Kristian Suni vann Haldor Holm Cup

Haldor Holm Cup hevur verið hildin í Klaksvík í dag og í gjár. Fremstu billardspælararnir í landinum dystast í kappingini, sum er fyri einstaklingar.

 

Kappingin endaði í dag, og vinnari gjørdist Kristian Suni Høgnesen. Hann fekk 1768 eygu (22,1 í miðal). Nummar 2 gjørdist Hallur Joensen, sum fekk 1584 eygu (19,8 í miðal). Og nummar 3 varð Sonnhard Johannesen, sum fekk 1450 eygu (18,1 í miðal).

 

Tríggir teir fremstu billardspælararnir fingu steyp.