FM í billard
Eftir at havt beina kós móti tí týdningarmesta sessinum í billardspælinum, FM-heitinum fyri einstaklingar, í skjótt 15 ár, eydnaðist tað loksins Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba at røkka trúnini. Hann gjørdist greiði og tryggi vinnarin av hesum FM-meistaraskapinum. Tað er tó ikki fyrsti sigur hansara í ár. Hann byrjaði billlardárið við at vinna kappingina um Haldor Holm-steypið, síðani at vinna FM-heitið fyri lið og nú at vinna FM-gullið sum landsins besti billardspælari.
Tilsamans átta mans spældu seg til endaspælið í billard. Hesir átta dystaðust á borðunum í Havnar Klubba seinasta vikuskiftið. Av teimum komu fýra víðari til endaspurtin. Teir vóru Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba, Bjarni Skaalum úr Kagganum, Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba og Óli Joensen úr Tvøroyrar Klubba.
Eftir tvær spennandi semifinalur komu Kristian Suni og Bjarni víðari til sjálva finaluna. Her gekk ógvuliga javnt á hjá teimum, til bert eini fimm umfør vóru eftir. Tá kom rutinan og vælkoyrandi og flótandi bleyta spælið hjá Kristian Suna fram og avgjørdi dystin einaferð med alla. Hann vann ein tryggan sigur og hevði eitt samlað meðaltal omanfyri 25 eygu fyri umfarið. Hetta má sigast at vera avbera gott.
Fyrsta FM
Kristian Suni hevur verið við til at vinna Klaksvíkar Klubba fleiri FM-heiti fyri lið. Hann hevur verið fastur fúsur rundan um billardborðini kring landið í meira enn 15 ár. Áhaldandi venjingin og nærlagni hevur ment Kristian Suna sum spælara og við sínum róliga og sera avballanseraða spælistíli hevur hann gjørt mangan vørr í stórum og spennandi kappingum og dystum móti fleiri av okkara frægastu spælarum gjøgnum árini.
Nr. 2 og silvurvinnari varð Bjarni Skaalum, sum má sigast at vera millum stinnastu spælararnar í landinum, hóast sín unga aldur. Hann megnar at fella keylu eftir keylu og spæla torførar reyðar bóltar, men tá veruliga ástendur gerst hann í so ivrigur, og harvið spælir hann sær sjálvum eitt puss. Skjótleikin gongur út yvir presisjónina og konsentratiónina, nakað, sum ikki er ókent hjá fleiri øðrum góðum spælarum. Men eingin ivi er um, at Bjarni, sum hevur tíðina fyri sær, fer at vera millum bestu spælararnar nógvu komandi árini.
Nr. 3 og bronsuvinnari gjørdist Max Rasmussen av Tvøroyri. Hann megnaði at vinna FM-heitið í fjør. Hann man vera ein av okkara allarbestu spælarum. Hevur ein sera vakran og professioneltlíknandi spælistíl. Megnar tað ómøguliga, tá hann er hart pressaður. Hann hevur verið við til at vinna flestu av teimum stóru kappingunum, og í fjør eydnaðist tað so at fáa FM-gullið fyri einstaklingar fyri fyrstu ferð.
Stjørnuskot móti oddinum
Nr. 4 í kappingini verður mett sum eitt stjørnuskot í komandi billardinum í Føroyum. Tað er ungi alvin úr Klaksvík, Ólavur Kjølbro, sum eftir bert at hava spælt billard í gott og væl eitt ár er vorðin FM-meistari fyri lið og rakk heilt til semifinaluna í fyrstu luttøku síni í FM fyri einstaklingar. Hann er nærlagdur og hevur víst seg at hava eitt framúrskarandi bólteygað. Millum billardspælarar gongur tosið um, at Ólavur man blíva komandi stjørnan í billardinum her á landi.
FM-kappingin í ár varð fyriskipað av Billardsambandi Føroya saman við vertunum Havnar Klubba. Hon varð væl løgd til rættis, og gjørdu dómararnir og fyriskiparar eitt gott arbeiði.
Føroya Bjór, sum altíð hevur staðið billardinum nær, nakað, sum røkkur heilt aftur til Haldor Holmsa tíð, var eisini hesaferð sponsorur og lat steyp til øll vinnandi liðini í liðkappinginmi og teimum bestu í einstaklingakappingini.
Tað eru annars 25 ár síðani, at Billardsamband Føroya varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum hátíðarhaldi seinni í ár, har ein møgulig kapping millum frægastu spælararnar hesi árini verður á skránni.