Kristian Sune Høgnesen føroyameistari í billard

So prógvaði hann tað enn einaferð og entá triðja árið á rað. At hann er landins besti billardspælari. Kristian Sune Høgnesen vann í gjár sítt fimta føroyameistaraheiti.

Hann vann í finaluni á liðfelaganum úr Klaksvíkar Billardfelag, Halli Joensen. Nummar trý gjørdist Niels Nielsen úr Havnar Klubba

Tilsamans 12 spælarar vóru við í kappingini. Hóast fleiri av dystunum vóru javnir, so løgdu teir tríggir medaljuvinnararnir skjótt sjógv millum seg og hinar spælararnar. Kortini vórðu einstøku úrslitini til hesa FM kappingina í lakara lagi sammett við aðrar líknandi kappingar. Besta spælið í kappingini átti Niels við 600 eygum. Hann hevði eisini besta meðalumfarið, tá avtornaði.

Ì finaludystinum fekk Kristian Sune umleið 480 eygu, meðan Hallur mátti taka til takkar við umleið 100 eygum færri. Finaludysturin gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí Kristian Sune legði seg skjótt á odda. Tað var Billardsamband Føroya, sum skipaði fyri kappingini, ið værð spæld á báðum borðunum í Havnar Klubba, so spæliumstøðurnar vóru av teimum bestu. Tað var aftur í ár Føroya Bjór, sum sponsoreraði kappingina.