Kristian Oskar heldur grækarismessurøðu

Á Sandi gera tey nógv burtur úr grækarismessuhaldinum, sum verður í dag klokkan 17.

Í dag er 12. mars, og tað er grækarismessa. Veðrið er gott, og fleiri tiltøk verða kring landið, eins og fleiri røður verða hildnar. 

 

Á Sandi verður eisini gjørt burtur úr grækarismessu í dag, og tað er kommunan, sum stendur aftan fyri almenna tiltakið.

 

Her gleða tey seg til løtuna seinnapartin, nú tað í longri tíð hevur verið so soltið við almennum tiltøkum, tí korona órógvaði gerandisdagin.

 

Tiltakið á Sandi, sum byrjar klokkan 17, verður á Ljósafjøtti og soleiðis beint í túninum hjá Sands kommunu. 

 

Tað verður Kristian Oskar Henriksen, sum fer at halda røðu, og síðan fer Sandoyarkórið at syngja tveir sangir. 

 

Eftir røðu, kórsang og felagssang, bjóðar Sands kommuna øllum inn í kommunubygningin til gott kaffi, kakao, sunkist og bollar.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at síggja nógv fólk til tiltakið, siga tey í Sands kommunu.

 

##med2##

 

 

 

 

Tað verður Kristian Oskar Henriksen, sum fer at halda røðu á Sandi í dag.