Ein av mongu kappingunum á Sjómannadegnum var at halda einum dreggi longst.
Tað veit Norðlýsið at siga frá.
Fleiri ymiskar kappingar hava verið á Sjómannadegnum í Klaksvík í dag. Ein teirra var at halda dreggi.
Og tað var Kristian Martin Joensen, ið helt dregginum longst. Í næstan tríggjar minuttir helt hann dregginum.
Nummar tvey var Flóvin Fossdalsá, meðan Jens Mortan Rasmussen var nummar trý.
Endaliga úrslitið í kappingini at halda drekk var hetta:
1. Kristian Martin Joensen 2.53.60
2. Flóvin Fossdalsá 2.47.97
3. Jens Mortan Rasmussen 2.44.09
Tilsamans 8 luttakarar vóru við í kappingini um at halda dregg.









