Kristian Martin: Neyðugt at vit standa saman

Føroyingar mugu standa saman í silda og makrelstríðnum, tað sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari í Klaksvík. Kristian Martin Rasmussen heldur, at besti hátturin at vinna sær rættindi, er at fiska sær til hesi rættindi.

 

Kristian Martin Rasmussen væntar, at kvoturnar verða minni, tá stríðið millum ES, Noreg og Føroyar hevur lagt seg, men hann vónar, at talan verður um ein góðan prís tá.

 

Vilmund Jacobsen hitti Kristian Martin Rasmussen á sjómannadegnum, og tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir myndini.