Kristian Magnussen:Solidariteturin hvørvur

Kristian Magnussen, tingmaður fyri javnaðarflokkin, heldur, at uppskotið um at umleggja pensjónirnar í Føroyum er púrasta burturvið. Endin kann vera, at allur solidaritetur hvørvur, sigur Kristian Magnussen

 

Eftirlønir

Javnaðarflokkurin vil fegin varðveita virkandi skipan. Hetta slær Kristian Magnussen fæst, tá Sosialurin bað hann um eina viðmerking til nýggju pensjónsskipanina. Kristian Magnussen sigur, at tað er beinleiðis vandi fyri, at solidariteturin í samfelagnum hvørvur, um eitt tílík uppskot, sum Sámal Petur í Grund tosar um, verður til veruleika.

-Teir breiðastu herðarnir eiga at bera tí tungastu byrðuna, og vit síggja fegnir, at ein kombinatión av samhaldsfasta og fólkapensjón verður til veruleika, sigur Kristian Magnussen.

Javnaðarflokkurin kann sambært Kristiani Magnussen gott taka undir við, at tey, sum hava ráð at gera sær dælt av privatum eftirlønarskipanum, gera hetta, men hetta skal ikki hava nakað samband við landskassan.

Kristian Magnussen sær somuleiðis aðrar stórar vansar við einari tílíkari skipan, sum Sámal Petur í Grund leggur upp til. Hann vísir á, at hetta lættliga kann enda við undirskotið á fíggjarlógini, nú yvirskotið er so mikið ?lítið?. Eisini vísir hann á vandan, at hetta kann enda við einum partabrævaspælið, har vanligi lønmóttakarin verður statistur.

Kristian Magnussen vísir á, at tað kann hugsast, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin kanska kundu funnu eitt felagsstev, tá hesar flokkur hava sýnt felagseyðkenni innan pensjónsøki.