Kristian Magnussen:Alt innan trý ár

Javnaðarflokkurin lovar, at leingja um barnsburðarfarloyvi og geva ansingartrygd innan trý ár, sigur Kristian Magnussen

Politikkur

?Vit vilja geva systkinaavsláttur upp á ansing skjótast gjørligt. Innan trý ár vilja vit hava ansingartrygd og longt barnsburðarfarloyvið til eitt ár.
So avgjørdur var Kristian Magnussen í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Tað var eingin slingur í valsinum, tá Kristian Magnussen boðaði frá, hvørja ætlanir hansara flokkur hevur.
?Hetta er í tráð við tann politikk, ið flokkurin hevur sett út í korti. Her eru korini hjá fólkinum, sum verða tikin fyrst. Vit miðja eftir at geva fólkinum tað persónliga fullveldi, sigur Kristian Magnussen.
Hann metir tað, at børnini verða ansaði heima í eitt ár,fara at lætta munandi um á ansingarstovnum, tí lættir um trýstið.
Broytingarnar skulu fíggjast um verandi barnsburðargrunn, og tað kann væl hugsast, at landið eisini skal skjóta eitt sindur av pengum í.
?Tað er okkara uppgáva sum politikarar at tryggja fólki góð kor. Hetta gera vit við hesum, og tað kann ikki gerast ov nógv upp í pengum, sigur Kristian Magnussen.
Javnaðarflokkurin vil, umframt longt barnsburðarfarloyvi og ansingartrygd, geva systkinaavsláttur. Hetta merkir, at tað fyrsta barnið betalur fullan prís og hini børnini gjalda hálvan prís.
Sambært Kristiani Magnussen fær hetta málið stóran týdning í komandi samráðingum um samgongur og samansetingar.