Kristian lovar grønlendingum betri internet

Stjórin í Tele Post, Kristian Reinert Davidsen, lovar betri netsamband í Grønlandi í næstum.

Eftir at hava verið stjóri í Føroya tele, fór Kristian Reinert Davidsen í starv sum stjóri í Grønlandi á fyritøkuni Tele Post.

 

 

Blaðið Sermitsiaq skrivar, at Tele Post nú lovar pørtum av Grønlandi betri internet samband í næstum.

 

 

Blaðið endurgevur Kristian Reinert Davidsen av heimasíðuni hjá Tele Post, har hann millum annað sigur, at fyritøkan í næstum royndarkoyrir ymsar nýggjar skipanir, og at tey gleða seg at bjóða fram nýggjar tænastur og prísir. Eisini sigur hann, at fyritøkan kennir ábyrgd og sín leiklut í at menna tøkniligu menningina.

 

 

Økini, sum ætlanin fevnir um, kunnu í næstum vænta økta ferð á netinum, meðan royndir verða gjørdar, meðan síðan lagar hetta seg aftur til vanliga ferð.

 

 

Økini, sum eru við í hesi ætlanini, sum eftir ætlan verður kunngjørd í desember, eru Nanortalik, Narsaq, Qaqortoq, Paamiut, Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Kangerlussuaq, Kangaatsiaq, Aasiaat, Qeqertarsuaq, Qasigiannguit, Ilulissat og Uummannaq.