Danska felagið manglar ein eykamálverja og hevur vent sær til Kristian Joensen, sum fyri kortum hevur vant við AB í næstbestu donsku deildini.
- Kristian skal venja við Brøndby í tríggjar dagar. Hann ferð niður í morgin og byrjar at venja hósdagin, sigur Hans Jacob Á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kristiani Joensen.
Kristian hevur fyri kortum verið og vant við AB. Kemur einki burturúr venjingunum í Brøndby, sum eisini hevur René Shaki Joensen í hópinum, so er sannlíkt, at Kristian Joensen endar í AB.
Kristian hevur seinni árini vart málið hjá NSÍ og heur spælt á U21 landsliðnum, umframt at hann hevur verið rundanum A-landsliðið.