Kristian Jensen endurtók á starvsnevndarfundi í gjárkvøldið, at hann fegin vildi leggja frá sær sum næstformaður, um Lars Løkke Rasmussen eisini leggur frá sær sum formaður.
Hetta sigur politiski viðmerkjarin hjá Ekstrablaðnumm, Henrik Qvortrup frá keldum, sum vóru til staðar á fundinum.
Ekstrablaðið skrivar, at Kristian jensen sambært keldunum tók orðið og boðaði frá, at hann er til reiðar at leggja frá sær sum næstformaður í Vinstra.
Men treytin er, at Lars Løkke Rasmussen eisini leggur frá sær, men hesum vísti Lars Løkke Rasmussen greitt aftur.
Sambært Henrik Qvortrup var tað ein rokmikil fundur, og ein kelda lýsir hann, sambært Ekstrablaðnum, »tann mest dramatiska fundin«, sum viðkomandi nakrantíð hevur luttikið á.
Í gjár visti TV2 at siga, at Kristian jesen longu sunnudagin hevði skotið upp, at hann legði frá sær, um Lars Løkke Rasmussen eisini fór frá sum formaður. Hetta umskotið heur hann endurtikið á fundinum í gjár.
Tilboðið frá Kristian Jensen kom, eftir at fýra út av fimm regiónsformonnum í einum telduposti til leiðsluna í Vinstra síðsta leygardag kravdu ein eykalandsfund at kjastast um framtíðina hjá leiðsluni í Vinstra.
Stutt eftir sendi Lars Løkke út eina video á Facebook. Har gjørdi hann greitt, at hann tælar at stilla uppaftur sum formaður. Og hann mælti eisini til, at landsfundurin hjá Vinstra verður framskundaður til at vera áðrenn Fólkatingssetan byrjar í oktober.
Starvsnevndarfundurin hjá Vinstra, sum varð niðurlagdur í gjárkvøldið, varð uppafturtkin í morgun. Á fundinum viðgera tey órógvið, sum er í flokkinum um leiðsluna.
Undan fundinum, sum er á hotellinum Comwell Kellers Park í Brejning uttan fyri Vejle, hevði eingin av starvsnevndarlimunum nakra viðmerking til fjølmiðlarnar.
/ritzau/