Ungi og evnaríki føroyski málverjin, Kristian Joensen, sum seinasta hálva árið hevur verið knýttur at danska felagnum Lyngby BK, er í løtuni uttan felag.
Hann viðgongur, at hann saman við umboðsmanninum hjá sær, Hans Jacob á Líknargøtu, leitar eftir einum nýggjum felagið.
- Eg dugi ikki at siga enn, nær tað verður greitt, hvar eg fari at spæla komandi kappingarár. Vit arbeiða við tí í løtuni, og vit hyggja fyrst og fremst eftir feløgum uttanfyri Føroyar.
22 ára gamli málverjin, ið fyrr hevur verið í føroyska landsliðshitanum, hevur áður umboðað NSÍ, 07 Vestur og B68 í Føroyum