Kristian fyllir 60 ár

Leygardagin fyllir Kristian Blak 60 ár. Upprunaliga er dani hevur hann nú í longur enn helvtina av sínum lívi búleikast í Føroyum. Hesi árini hevur hann sett sín dámliga dám á føroyska mentan.

 

Kristian Blak hevur framum nakran annan verður primus motor í føroyskari tónleikaútgávu seinastu 30 árini.Plátufelagið Tutl, ið Kristian setti á stovn í 1977, fer væntandi áðrenn hetta árið er farið afturum at hava givið út tilsamans út við 300 fløgur. Hann er hevur sjálvur skrivað tónleik ella spælt á út við 60 fløgum. Tað er ringt at ímynda sær føroyskan tónleik uttan Kristian. Hann hevur beinleiðis og óbeinleiðis verið so stórur partur av tónleikalívinum, verið tað seg innan klassiskt, jass, fólkatónleik, rokk og popp.

 

Nú 60 ára gamal er Kristian enn líka virkin, og bæði í ár og í fjør hevur Kristian spælt fleiri konsertir uttanlands við bólkum sum Yggdrasil og Spælimonnunum, eisini á fløgum er Kristian virkin sum ongantíð áður, eins og virksemið hjá TUTL er alsamt vaksandi.

Føðingardagurin hjá Kristiani verður hildin saman við familjuni í USA, haðani konan Sharon er ættað.