Á aðalfundinum í kvøld var Kristian Eli Zachariassen valdur til formann í Norðoya Sjálvstýrisfelag.
Hini í nevndini eru Sámal Petur í Grund, næstformaður, Rúna Sivertsen, skrivari, Sven Dahl, kassameistari og Beinta Klakstein, nevndarlimur.
Aðalfundurin valdi Sámal Petur í Grund sum umboð í Landsnevnd Sjálvstýrisins, og Sven Dahl, sum varalim.
Kommunuvalið í fjør var eitt skrædl hjá Sjálvstýrinum í Klaksvík. Flokkurin misti helmingin av býráðslimunum og fór úr 4 niður í tveir. Flokkurin fekk á valinum í 2016 1100 atkvøður og 33,4 prosent. Á valinum í fjør fekk flokkurin 723 atkvøður og 18,8 prosent. Ein afturgongd upp á 12,6 prosent.
Flokkurin fekk tveir býráðsliir, Jógvan Skorheim og Óla M. Lassen. Síðani tá er Jógvan Skorheim farin frá sum formaður í Sjálvstýri og meldað seg úr flokkinum. So nú hevur Sjálvstýri í Klaksvík bara ein býráðslim, Óla M. Lassen.
Á løgtingsvalinum í 2019 misti Jógvan Skorheim eisini løgtingssessin til Kristin Michelsen á Tvøroyri, sum í síðstu løtu kom á listan – »fyri at fáa eina samgongu, sum kundi fáa Aksel V. Johannesen frá sum løgmann«, sum hann málbar seg. Nú er Kristin Michelsen einasta umboð Sjálvstýrisins á tingi.
Annað vikuskifti hevur flokkurin landsfund. Og tá fæst at vita, hvør verður nýggjur formaður í flokkinum – sum skal vera ein fólkavaldur í á tingi ella í landsstýrinum.