20. partur
Carl Mortensen var sýslumaður í Vágum. Undan tí hevði hann verið fulltrúi hjá Oliver Effersøe. Carl var heilt annarleiðis enn Effersøe, stuttligur og líka til, men tó tignarligur. Carl hevði bert verið sýslumaður í fá ár, tá ið hann knappliga doyði fyrst í 1920. Embætið varð lýs leyst.
Men nú hendi tað óvæntaða, at Effersøe, sum var blivin 65 ár, segði seg úr starvinum. Hetta skapti undran hjá embætismonnum, sum ikki kundu finna nakað egnað evni, ið kundi avloysa tann virðiliga Effersøe.
Tað varð tosað um at fáa sýslumannin á Sandi, Mads Andreas Winther, sum eg í síni tíð loysti av sum fulltrúi hjá dómaranum, um at søkja starvið. Men Winther hevði ongan hug at flyta. Hann hevði bert verið sýslumaður á Sandi í fýra ár.
Tískil blivu tvey sýslumansembæti lýst leyst í senn. Á fútaskrivstovuni arbeiddi Johan Dam, sum var um 10 ár eldri enn eg. Hann hevði verið fulltrúi í mong ár og var eitt upplagt evni sum sýslumaður.
Eg tosaði við Johan Dam um, at eg ætlaði at søkja vestur í Vágarnar. Tað helt hann vera í lagi. Sjálvur ætlaði hann at søkja til Suðuroyar.
Áðrenn freistin at søkja var farin, frætti eg, at Johan hevði søkt bæði størvini. Hetta váttaði hann eisini fyri mær. Men eg segði honum, at so fór eg at gera tað sama. Tað var ikki tí, at eg roknaði við at fáa embætið í Suðuroy. Men so stóðu vit í hvussu er líka, tá ið størvini skuldu setast.
Tað dró út við avgerðini, men tá ið vit komu út í juni, kom eitt fjarrit um, at eg hevði fingið starvið í Suðuroy og Johan Dam í Vágum. Johan hevur uttan iva verið vónbrotin, men embætismenninir í Havn vóru nærum skakaðir. Effersøe, sum hevði roknað við, at eingin var nógv skikkaður at taka hansara embæti, var í øðini um, at ein so ungur maður, enntá uttan løgfrøðiligt prógv, varð útnevndur at taka við hansara starvi.
Tað vísti seg seinni, at umframt meg og Johan var ein triði umsøkjari til starvið í Suðuroy, nevniliga skaldið Janus Djurhuus, sum var systkinabarn pápa mín.
Hvønn embætismenninir í Havn Olrik amtmaður, Heise dómari og Delbanco fúti høvdu innstillað, veit eg ikki. Men teir høvdu í hvussu er ikki innstillað meg til starvið í Suðuroy, tað vístu teir so týðiliga. Heise segði eisini beinleiðis, at hann metti meg ikki at vera skikkaðan. Hann spurdi meg, hvussu eg hevði hugsað mær at klára rættarfundirnar á Suðuroyar tingi, um eg kom at verða settur dómari.
Eg svaraði aftur, at eg hevði ikki roknað við at fáa starvið í Suðuroy, men tá ið eg nú hevði fingið starvið, vildi eg gera mítt besta.
Hann vildi beinanvegin royna meg og syrgdi fyri, at eg hansara vegna skuldi taka eitt politimál. Men hetta greiddu eg uttan trupulleikar.
Tað var seinnapartin, at tilnevningin kom. Mamma og Margretha vóru í torvi. Tá ið tær vóru á veg heim, hittu tær Jens á Lava, grannan hjá okkum. Hann hevði frætt um mína tilnevning, og hann ynskti teimum tillukku mína vegna. Tær vórðu so rørdar, at tær komu grátandi heim. Tær og pápi kendu tað, sum at hetta var ein rættiligur krossvegur í mínum lívi.
Øll høvdu sagt upp tá eg kom
Eg skal ikki nokta fyri, at eg var spentur uppá, hvussu eg fór at megna starvið í Suðuroy, og hvussu vit fóru at trívast har. Eg havi ofta verið á Suðuroyar Tingi, og tað var við blandaðum kenslum, at eg sá fram til at taka við starvinum 1. juli.
Ludda Kristian, sum var giftur við mostir míni, átti eitt skip, Polaris, sum hann nýtti til farmasigling millum oyggjarnar. Hann var nú á ferð til Suðuroyar og bjóðaði mær at koma við. Hetta var eina viku undan, eg skuldi taka við starvinum. Eg fór. Hetta var ein góður summardagur. Fyrst fór eg niðan til mammubeiggja mín Lars Larsen, sum var skómakari. Eg plagdi at búgva hjá honum, tá ið eg var í Suðuroy í arbeiðsørindum.
Hann ynski mær tillukku við embætinum. Hann segði mær, at hann hevði hoyrt, at Effersøe hevði fingið starvsfólkið á sýsluskrivstovuni at siga teirra starv upp til 1. juli, tá ið eg skuldi taka við.
Hesi vóru fulltrúin Hans Olaf Hansen, mín barndómsvinur í Havn, og Dagmar Holm, sum var skrivstovukvinna. Eg fekk samband við tey, og tey váttaðu hesi tíðindi.
Eg bað tey um at halda áfram í arbeiðinum. Hetta játtaði Dagmar Holm, men Hans Olaf vildi bert vera nakrar dagar eftir 1. juli.
Hann var blivin trúlovaður við svigarinnu Effersøe, sum var 20 ár eldri enn hann. Hetta ávirkaðu vist hansara støðu.
Her var eg so í teirri støðu at skula byrja eitt trupult starv uttan tann stuðul, sum ein royndur fulltrúi vildi verið.
Eg tosaði við mammubeiggja um hetta, og hann mælti til at seta son hansara Christian, kallaður Kis, sum fulltrúa. Hann var bert 20 ára gamal og var prentari á Føroyatíðindi. Men sum støðan var, var ikki annað at gera.
Yvirtøkan av starvinum
Umframt hetta var ein annar trupulleiki, og tað var bústaður og skrivstovuhøli. Effersøe átti sjálvur húsini, har hann búði og hevði skrivstovu.
Eg roknaði við, at hetta mátti amtmaðurin kunna vera við til at loysa. Eg fór so til Havnar at fyrireika meg at yvirtaka embætið.
Edvard Mitens var so vinarligur at lata meg fáa notatir frá hansara tíð sum settur sýslumaður fyri Andrass Samuelsen í Fuglafirði.
Hilbert amtmaður lovaði at tingast við Oliver Effersøe um møguleikan fyri at staturin kundi yvirtaka hús hansara.
So kom dagurin, tá ið eg skuldi taka yvir. Tað vóru bara eg og Effersøe til staðar. Eingin medvirkan var frá ríkismyndugleikunum í Havn.
Effersøe gjørdi sera lítið burtur úr. Hann hevði eitt yvirlit yvir eitt tal av smáum pengakassum, summir vóru sigarkassar, við tilhoyrandi kassabók. Pengaboks var ikki til.
Tær ymsu sakirnar lógu á hillum á skrivstovuni, sum var ein forstova og eitt skrivstovuhøli. Eg kundi ikki vita, um alt var, sum skuldi vera har. Kanska hevur amtmaðurin hildið tað verið ein sjálvfylgja, at tað, sum Effersøe lat frá sær, mátti vera í lagi.










