Saman við Angeliku Nielsen, Bárði Reinert Poulsen og Jan Rúna Poulsen spælir Kristian Blak live-jazz á Hvonn í kvøld Annað hvørt týskvøld er livandi jazz-tónleikur á Hvonn, har nógv fólk vanliga koma at lurta.
Hesuferð er tað Kristian Blak, ið er oddamáður. Hann leikar sjálvur á klaver, Angelika Nielsen leikar á violin, Bárður Reinert Poulsen leikar á bass og Jan Rúni Poulsen leikar á trummur.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikurin byrjar á leið klokkan 21.