Kristel og Sveinur í X-Factor

– Er tað ein, sum veit, at hon dugir nakað, so er tað 22 ára gamla Kristel úr Før­oyum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio, sum har­við eisini avdúkar, at Kris­tel Lisberg er millum lut­takararnar í næstu X-Fact­or­kapp­ing­ini, sum fer av bakk­a­stokki nýggjársdag kl 19.?
Hóast Danmarks Radio »bert hev­ur av­dúk­að« ein før­oy­ing í kom­andi kappingini, so kunnu vit her avdúka, at 31 ára gamli Svein­ur Gaard Olsen úr Havn eisini er við í kappingini.
– Tað er mín stóri dreymur at liva av tónleikinum. Eg livi og andi fyri tónleiki – tað er tað, sum eg elski, og tað er har, sum hjartað mítt er, sig­ur Kristen Lisberg við heim­a­síðuna hjá Danmarks Radio.