Krista við til EM

Tað hevur eydnast 12 ára gomlu Kristu Mørkøre at klára kravtíðina til EM. Hetta hendi við stóru svimjikappingina, sum í hesum døgum er i Berlin. Sjøtul er settur á stóru svimjikappingina í Berlin.

 

ÍSB hevur sum kunnugt sent Kristu Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir at luttaka í kappingini, og hon nú hevur luttikið í síni fyrstu kapping, sum er 50 m frísvimjing.

 

Stórur spenningur var undan kappingini, um Krista fór at røkka kravtíðina til EM í svimjing komandi summar. Og tað eydnaðist henni, hon kom á mál við tíðini 0.35,11 sek. Kravtíðin er 35,63 sek, so talan var um eitt avbera gott avrik hjá 12 ára gomlu Kristu.

 

Tíðin hjá Kristu rakk til eitt bronsuheiðursmerki í ungdómsbólkinum og eitt 9. pláss í opnum bólki og talan er eisini um eitt persónligt met á langbana.

 

Kappingarnar halda fram í morgin, og tá skal Krista kappast í 100 m frísvimjing, 50 m firvald og 200 m bringusvimjing.