Fyrireikararnir av fundardegnum hjá KRIS, sum skuldi verða á Eiði í morgin boða í kvøld frá, at tiltakið vegna serligar umstøður er útsett.
Tað er stuðulsgrunnurin hjá Kris, ið veitir ráðgeving fyri seksuelt misbrúkt, ið skipar fyri tiltakinum.
Við á tiltakinum, sum nú er útsett, verða bæði frásøgufólk og tónleikarar.
Sabært skránni fer Jan Rein fer at røða um evnið »Øll hava rætt til lívið«, sjónbandasamrøður verða við »yvirlivarar«, og eisini fer Gvøðbjørg West, dagligur leiðari hjá Kris, at greiða frá um arbeiðið, sum felagsskapurin ger.
Á stuðulstiltakinum verður eisini tónleikur við Halli Joensen, Kristinu S. Bærendsen, Jens Marna Hansen, Evi Tausen, Ránnvá Vesturklett og Petur Edvin J. Højgaard.
Enn er ikki greitt, nær útsetta tiltakið verður.