KRIS svarar nógvum fólki eftir sjónvarpssending

Sunnukvøldið og mánakvøldið sendi SvF sending um kynsligan ágang ímóti børnum, sum fekk telefonirnar hjá KRIS at kima

Eftir at SvF hevði sent sendingina »Loynan«, sum var um kynsligan ágang ímóti børnum, vórðu fólk víst til felagsskapin KRIS, og tað fekk telefonirnar at ringja.
? Telefonin ringdi allan mánadagin og eisini mánakvøldið, og tað eru nógv ymisk fólk, sum hava verið í sambandi við okkum eftir sendingina, sigur Gvøðbjørg West, sum er forkvinna fyri KRIS í Føroyum.
KRIS er ein tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hjálpir kynsliga misnýttum og teirra avvarðandi.
? Vit eru altíð til reiðar at lurta, og eftir telefonsamrøður kunnu vit bjóða ráðgeving á okkara skrivstovu. Vit hava nógv fakfólk við, og tað eru bara fólk, sum hava tikið neyðugu skeiðini hjá KRIS, sum sleppa at veita ráðgeving, sigur Gvøðbjørg West.
Hon heldur, at ein sending sum »Loynan« kann fáa ymiskt fram í ljósið, sum annars ikki hevði komið fram.
? Sendingin var sera sterk, og hon hevði eisini nógvar reaktiónir við sær. Millum annað frá avvarðandi og børnum.
Tað ber til at fáa meira at vita um KRIS á heimasíðuni hjá felasskapinum ? www.kris.fo.