Farna sunnudag var árliga stuðulstiltakið hjá KRIS í Hoyvíkshøllini. Umleið 250 fólk vóru til tiltakið, og leiðslan í felagsskapinum er sera vónsvikin um lágu undirtøkuna.
- Vit standa spyrjandi. Landsins størsta kommuna, við flestu fólkum, hví komu ikki fleiri til eitt so týdningarmikið tiltak, spyr Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS.
KRIS, sum nú hevur 15 ár á baki, er ein felagsskapur, sum hjálpir teimum, ið líða av seinárinum eftir kynsliga misnýtslu. Fleiri og fleiri venda sær til felagsskapin, sum í fjør endaði á løgtingsins fíggjarlóg, sum ein viðurkenning fyri sítt áhaldandi og týdningarmikla virksemi.
Beinta M. Pedersen fílist tó á, at millum manna er tað altíð krenkarin, sum er í fokus.
- Fólk skriva á miðlum og Facebook, KVF greiðir frá krenkarum sum hava fingið dóm. Hví er fokus altíð á krenkarum? Hvat við ofrunum, tey sum veruliga hava brúk fyri at blíva hoyrd og hjálpt, spyr Beinta M. Pedersen víðari.
- 27. septembur var møguleiki at stuðla teimum, sum hava verið út fyri kynsligum ágangi og sum dragast við seinárinum av hesum øgiligu gerðum, men har vóru bert ca. 250 fólk, sigur Beinta M. Pedersen, sum týðiliga er vónsvikin av, at ikki fleiri møttu.
- Men vit vilja takka tykkum, sum komu av hjarta í høllina 27. septembur. Tónleikarar, tit eru øll gull í okkara verð. Asbjørn Knudsen og Bjørg Mortensen, tvær framúr góðar framløgur. Øll okkara hjálparfólk, ongin nevndur, ongin gloymdur. 1000 takk, uttan tykkum var einki stuðulstiltak, sigur Beinta M. Pedersen at enda.










