Kris Kristofferson verður einsamallur á pallinum

Konsertin við Kris Kristofferson í Ítróttarhøllini á Hálsi 3. apríl 2007 verður ein intim konsert, har Kris Kristofferson sjálvur fer á pallin og við kassagittara og uttan bólk.

Konsert


Hóast tað hevur ljóðað, at Kris Kristoffersen kemur til Føroyar við bólki, so verður frá Five Star Enertainment váttað, at talan verður um ein konsert av tí meira intima slagnum. Tað kann tykjast heldur torført hjá einum manni við kassagittara at skula fanga eina heila ítróttarhøll, men hetta metir Bogi Andreassen úr Five Star Entertainment ikki fara at vera nakran trupulleika, tí Kris hevur fyri stuttum spælt fyri 6000 fólkum á eini útseldari sitikonsert, og hon var sera væleydnað, Ítróttarhøllin er munandi minnið enn hetta.
Tað er nokk heldur eingin ivi um, at royndi og dugnaligi tónleikarin fer at megna hetta.
Síðan fyrst í 1970unum hevur Kris Kristofferson verið við til at myndað kontri tónleikapallin, bæði sum sangari og ikki minst sum sangskrivari. Heimskend hit sum ”Me and Bobby McGee,” ”Help Me Make It Through the Night,” ”Sunday Mornin´ Comin´ Down,” and ”For the Good Times” hava ferðast inn í flest øll heim í Amerika og kring heimin annars.
Sangir hjá Kris Kristofferson eru spældir inn av fleiri enn 450 tónleikarum. Men á Hálsi verður høvi at hoyra teir, soleiðis sum hann hevur skrivað teir einsamallur og við gittara í hond