Farvæl og takk
Stýrið fyri Kringvarpi Føroya skal út at finna nýggjan stjóra til stovnin, tí Jógvan Jespersen hevur tveitt handklæðið í ringin og sagt seg frá sum stjóra frá 1. apríl.
Útyvir at hava verið í starvi í Kringvarpinum í 30 ár tilsamans, harav næstan 18 ár sum stjóri, var tað sum fekk bikarið til at flóta yvir hjá Jógvani Jespersen, politiska nølingin í Mentamálaráðnum og politisku skipanini, eftir at útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman fyri trimum árum síðani.
- Strategiin, sum vit løgdu fyri stovnin, hevur allatíðina verið, at alt virksemið skuldi savnast í Sortudýki. Eg havi nú sæð, at hetta lat seg ikki gera, segði Jógvan Jespersen við útvarpið leygardagin, beint eftir at hann hevði kunngjørt, at hann leggur frá sær.
Fráfarandi kringvarpsstjórin vísir á, at fram til 1. januar 2007 virkaði landsstýrismaðurin og Mentamálaráðið sum tað stýrið, stovnurin hevur nú.
- Hvønn ársfjórðing hava vit kunnað um ætlanir okkara og altíð fingið ta fatan, at tað hevur verið politisk undirtøka fyri, at alt skuldi savnast á einum staði, men hetta helt bara ikki, tá avtornaði, sigur Jógvan Jespersen. Beint áðrenn tíðindini komu út í tíðindasendingini hjá útvarpinum klokkan 18 leygardagin, kunnaði hann starvsfólkini á stovninum umvegis teldupost. Í boðunum til starvsfelagarnar staðfestir Jógvan Jespersen, at tað er eitt vónbrot, at strategiin við at leggja útvarpið og sjónvarpið saman ikki bleiv til nakað, hóast landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur sagt, at politisk undirtøka er fyri hesum.
Spurdur um hann ikki heldur, at politikararnir hava vilja til hetta, sigur kringvarpsstjórin:
- Um politikararnir høvdu sagt, at stovnurin framhaldandi skuldi húsast í tveimum støðum, so sá verðin heilt øðrvísi út í dag. Vit hava arbeitt út frá teirri greiðu fatan, at alt skuldi savnast í Sortudýki og hava tikið eina rúgvu av avgerðum, sum dúva upp á hesi viðurskifti. Tí situr tú eftir við eini kenslu, at ein rúgva av krúti er brent av til onki, sigur Jógvan Jespersen.
Um á spurningin um tað beinleiðis er illvilji frá politiskari síðu, svarar Jógvan Jespersen, at tað kann hann ikki svara uppá.
- Eg má bara staðfesta, at hetta helt ikki, tí um vilji var at fremja málið, so varð tað framt, sigur kringvarpsstjórin.
Motivatiónin burtur
Kringvarpið hevur sókt Mentamálaráðið um at sleppa at hækka kringvarpsgjaldið við 200 krónum, men hesum gekk landsstýrismaðurin ikki á møti. Hvørja ávirkan hevur hetta havt fyri uppsøgnina hjá Jógvani Jespersen?
- Hetta hevur ikki gjørt tað truplari at taka avgerðina. Vit høvdu biðið um ein hjálpandi hond fyri 2008, tí næsta stigið er leggja alt programvirksemið saman. Allar tílíkar umleggingar kosta og eru sera torførar at fremja í eini tíð, har vit samstundis kuta partar av virkseminum hjá stovninum burtur, sigur Jógvan Jespersen og vísir á, at nógvar avgerðir eru tiknar og framdar. Millum annað er øll umsitingin flutt niðan í Sortudýki.
- Vit hava proppað kanska 10 arbeiðspláas niðan í útvarpshúsið afturat og spakuliga avmonterað teir gomlu bygningarnar í Vørsluni við sølu fyri eyga. Harafturat hava vit flutt tað stóra studio í Vørsluni niðan í Kringvarpshøllina og flutt Dag & Viku yvir um vegin fyri at kunna takast útaftur og flytast niðan her. Altso er ein rúgva av tingum gjørd við tí fyri eyga, at alt skuldi savnast heruppi, sigur Jógvan Jespersen við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Stjórin heldur tó ikki, at samanleggingin millum útvarpið og sjónvarpið er miseydnað.
- Nei, als ikki. Tó føli eg, at fyri at taka tað næsta stigið at leggja programvirksemið saman og fáa alt fleirmedialt, so mugu kortini blandast av nýggjum. Tað er torført hjá mær at motivera meg nóg nógv, sum tú eigur sum leiðari av einum stovni fyri at kunna standa á odda fyri tí, ið skal gerast. Tí haldi, tað er ein góð loysn fyri bæði meg og Kringvarpið, at onkur annar blandar kortini av nýggjum. Sum støðan er nú, verður virksemið verandi í tveimum støðum.
Tað eydnast Sosialinum at fáa fatur á Jógvani Jespersen fyrrapartin fyri at hoyra, hvørjar framtíðarætlanir hann hevur, men útvarpið hjá Kringvarpinum segði hann leygardagin:
- Tað fer tíðin at vísa, men sum samfelagið er háttað, so vænti eg eisini at hava nakað at fara upp til eftir 1. apríl, sigur Jógvan Jespersen.
Um jólini heitti formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, á Jógvan Jespersen um at bíða við avgerðini um at fara úr starvi, men hetta hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking til frá kringvarpsstjóranum.