Formaðurin í kringvarpsstýrinum heldur tað vera fullkomiliga skeivt at leggja eftir stjóranum fyri Kringvarpið. ? Tað eru vit sum hava ábyrgdina av fíggjarligu støðuni á stovninum, sigur Rúni Heinesen - Um kringvarpsstjórin ikki klárar at gera nakrar Dag & Viku sendingar, 3-2 og gudstænastur fyri 61 milliónir krónur, so eigur hon at fara úr starvinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, í tíðargrein í Sosialinum í dag. Hesi orðini endurtók hann í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.
Niðurstøðan hjá Rás2-stjóranum er fallin formanninum fyri kringvarpsstýrið, Rúna Heinesen, fyri bróstið.
- Vit taka fulla ábyrgd av fíggjarligu støðuni í Kringvarpinum, og tað er stýrið sum hevur sent og stendur aftanfyri skrivið til fíggjarnevndina. Tí er fullkomiliga skeivt at leggja eftir stjóranum fyri stovnin, Anniku Mittún Jacobsen, sigur Rúni Heinesen.
Hann vísir á, at stovnurin hevur gjørt sera nógv fyri at spara.
- Í løtuni eru eini 10 ósett størv í Kringvarpinum, og harafturat eru nøkur fólk í farloyvi, har vit heldur ikki hava sett avloysarar, sigur nevndarformaðurin fyri kringvarpsstýrið.
Í skrivinum ger stýrið vart við, at síðani 2004 eru útreiðslurnar til lønir, sum fara við 70 prosent av samlaðu útreiðslunum hjá stovninum, hækkaðar við 30 prosentum, meðan kringvarpsgjaldið í sama tíðarskeiði hevur staðið í stað.
- Hetta er ikki nakað nýtt og fer langt aftur um tíðina hjá kringvarpsstjóranum, sum er nýggj í starvinum. Nú tíðin komin, har politikararnir mugu taka ábyrgd av støðuni og gera greitt, hvat teir vilja við Kringvarpinum, sigur formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen.