Kringvarpsstýrið kann ikki stýrast

Kringvarpið kann gera júst sum tí lystir. Rúni Heinesen og Kringvarpsstýrið leggja onki í, hvat Helena Dam á Neystabø og landsstýrið siga, tí Kringvarpið er ein stovnur, sum er óheftur av politisku skipanini. Bjørn á Heygum, advokatur, gevur kringvarpsstýrinum rætt og Torbjørn Jacobsen, tingmaður, er í øðini inn á landsstýriskvinnuna

Kringvarpsstýrið heldur fast við, at ein Jón Brian Hvidtfeldt er nógv mikið at stýra tíðindunum hjá almenna Kringvarpinum. Hinvegin er Kringvarpið ikki meira alment enn so, at tað í grein trý í lógini um Kringvarp stendur, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini, og tí er lógarfest, at Kringvarpið ikki nýtist at góðtaka viljan hjá politisku skipanini, og henda rætt nýtir stýrið.

Tí situr Helena Dam á Neystabø í eini óhepnari støðu, tí hon vil fegin, at tingið fær sín vilja, sum er, at tað skulu tveir tíðindaleiðarar til Kringvarpið. Sosialurin hevur tosað við Helenu Dam á Neystabø, sum Bjørn á Heygum, advokatur, sigur um, at hon í veruleikanum bara hevur ábyrgd av økinum, men onga ávirkan hevur á, tí hon er avreidd í grein trý í Kringvarpslógini, men tað einasta hon sigur er , at hon skal seta seg inn í málið. Sosialurin hevur eisini roynt at fáa orð á Rúna Heinesen, formann í Kringvarpsstýrinum, fyri at fáa at vita, hví Kringvarpsstýrið heldur á fram, at arbeiða ímóti politiska viljanum, men hann sigur seg ikki hava tíð í morgun. Eisini hevur Sosialurin roynt at tosa við aðrar limir í stýrinum fyri Kringvarpið, men stýrið vísir til formannin. So á onkran hátt er líkt til, at Kringvarpið er vorðið til ein flogbólt, sum ongin vil hava á síni hálvu.


Skrivið til MMR

Hóast stýrið fyri Kringvarpið ikki úttalar seg um málið í dag, so hevur tað sent eitt skriv til mentmálaráðið, har tað vísir á, at tað ikki ber til, at tilvildarlig landsstýrisfólk skulu stýra Kringvarpinum, samstundis sum tað er lógarfest, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini.

Til tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, at hetta er ein óheppin orðing, sum burdi verið orða øðrvísi, við at politiska skipanin ikki skal blanda seg í tað redaktiónella hjá Kringvarpinum, tí hetta hevði verið ein nóg góð trygd fyri fólkaræðið.

Helena Dam á Neystabø vil ikki enn úttala seg, um ætlanin er at broyta lógina.

Eisini vísir stýrið á, at skulu bygnaðarligar broytingar gerast, so kemur hetta at tyngja fíggjarliga hjá Kringvarpinum, sum longu er kroyst frammanundan. Harafturat leggur stýrið framvegis stóran dent á, at Kristina Háfoss, fyrrverandi mentamálaráðharri, hevur góðtikið bygnaðin hjá Kringvarpinum, og hest tulking heldur stýrið fast við.

Hesin leistur ber í sær, at Kringvarpið kann hava ein tíðindaleiðara til tvær óheftar tíðindaeindir í somu deild.

Tó kemur eisini fram, at tað ikki var eitt samt Kringvarpsstýri, ið sendi skrivið til mentamálaráðið. Sosialurin hevur tosað við tann, ið sigst vera ímóti, men hann vísir bara til formannin í stýrinum.


Tobbi í øðini

Hinvegin er Torbjørn Jacobsen ovfarin av støðuni í Kringvarpinum.

- Orsøkin, til at vit eru komin her til, hevur onki við lógarsmíðið at gera. Tað er Helena Dam á Neystabø, sum ikki hevur givið nóg greið boð, tí vit hava ongantíð fingið at vita, hvat hon heldur. Hon tosar bara um, hvat onnur siga, og nú eru vit komin hartil, at hvør Hanus og Janus kann tulka lógina, sum politiska ætlanin aftanfyri hevði eina greiða meining um, og tað tí ikki skuldi verið nakað ivamál, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann leggur afturat, at hetta í veruleikanum ikki eigur at hava nakað við tingið at gera, men í veruleikanum er ein spurningur millum mentamálaráðið og eitt stýri undir stovninum.

Torbjørn Jacobsen slær fast, at bólturin hevur verið á hálvini hjá Helenu Dam á Neystabø alla tíðina, og at hon onga roynd hevur gjørt sjálv, at fáa hann yvirum.

- Alt málið er merkt av politiskum ódugnaskapi, sigur Torbjørn Jacobsen.

Helena Dam á Neystabø vísir hinvegin á, at tað var eitt landsstýrisfólk í hansara flokki, ið hevur latið støðuna gerast til veruleika.


Óskiljandi støða

Torbjørn Jacobsen dugir heldur ikki at skilja, hvussu Bjørn á Heygum kann taka undir við stýrinum hjá Kringvarpinum.

- Tað kom greitt fram í orðaskiftinum, at tað skuldu vera tvær tíðindadeildir, og tí skilji eg ikki, hvussu Bjørn á Heygum kann taka undir við stýrinum. Tað arbeiðir beinleiðis ímóti ætlanini í lógini, og alt orðaskiftið aftanfyri, sigur Torbjørn Jacobsen, sum ikki skilur, hvussu ein stovnur undir einum landsstýri kann hava størri avgerðarrætt enn landsstýrisfólkið.

- Nú er mann endaður í einum almennum politiskum eljustríðið, tí landsstýriskvinnan ikki hevur verið før fyri at taka eina støðu.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, greiðir frá, at hon fer at seta seg inn í konkreta málið, at hon fer at tosa við síni fólk og at hon fer at arbeiða fyri einari loysn, sum øll kunnu liva við. Eisini kringvarpsstýrið, sum landsstýriskvinnan heldur hava