Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur lagt uppskot um at byggja kringvarpshús fyri Løgtingið Fyri einum ári síðani varð mett, at eitt nýtt kringvarpshús fór at kosta 45 mió. krónur at byggja, og í uppskotinum hjá Jógvani á Lakjuni stendur, at húsið skal ikki kosta meiri enn 52 mió. krónur.
Samstundis er avgjørt at selja fýra bygningar, sum Kringvarpið eigur í M. A. Winthersgøtu í Havn. Mett verður, at tað ber til at fáa millum 17 til 20 mió. krónur fyri teir, og tí verður tørvur á millum 25 og 32 mió. krónum til nýggja kringvarpshúsið.
Nýggja kringvarpshúsið, sum skal byggjast í Sortudíki í Havn, verður umleið 4.000 fermetrar stórt.