Eitt av teimum gjøldunum, ið veruliga kann fáa sinnið í kók hjá summum føroyingum og elva til kjak, kringvarpsgjaldið, verður nú broytt. Tað boðaði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá á tíðindafundi í morgun.
Broytta kringvarpsgjaldið er ein liður í nýggju skattaskipanini hjá samgonguni, har roynt verður at bøta um korini hjá teimum, ið eru fíggjarlig sperd.
Frammanundan hevur kringvarpsgjaldið verið 3600 krónur um árið hjá øllum føroyskum húskjum, men verður tað nú broytt til, at hvør einstakur persónur yvir 24 ár skal rinda 1800 krónur um árið.
Sostatt vilja eini hjún rinda tað sama sum áður, meðan tað verður munandi lættari hjá støkum forsyrgjarum, ið nú rinda einans helvtina av tí, ið tey rindaðu áðrenn.
Men tað er serliga hjá pensjónistum og teimum, ið eru undir 24 ár, at broytingin fer at merkjast. Framyvir sleppa øll undir 24 ár nevniliga undan at rinda kringvarpsgjald, meðan gjaldið hjá pensjónistum verður 600 krónur um árið ella 50 krónur um mánaðin.
Kringvarpið hevur higartil sjálvi kravt kringvarpsgjald, men framyvir verður tað TAKS, ið fer at krevja kringvarpsgjaldið. Tað verður gjørt mánaðarliga og trekt av skattinum hjá borgarum.









