Kringvarpsgjaldið fer í søguna í dag

Á tingfundinum seinnapartin í dag fer Løgtingið eftir øllum at døma at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp, sum Rigmor Dam hevur lagt fyri Løgtingið.

 

Málið snýr seg um, at kringvarpsgjaldið, soleiðis sum vit kenna tað, nú fer í søguna. Framyvir verður kringvarpsgjaldið kravt inn saman við skattinum eins og heilsutrygdargjaldið og arbeiðsmarknaðargjøld sum gjaldið til Samhaldsfasta og til Barsilsskipanina.

 

Løgtingð samtykti uppskotið við aðru viðgerð fríggjadagin 11 atkøvðum fyri og 9 ímóti. Tað merkti, at samgongan atkvøddi fyri og andstøðan ímóti.

 

Høvuðsbroytingin viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum er, at nú rinda allir persónar í aldrinum 24 til og við 66 ár 1.800 krónur í kringvarpsgjaldið um árið. Pensjónistar oman fyri 67 ár rinda 600 krónur um árið.

 

Arbeiðspláss fara at rinda munandi meira, tí verður goldið í mun til, hvussu nógv løn verður útgoldin. Har verður gjaldið úr 2.000 krónur um árið upp í 12.000 krónur. Tó so, at arbeiðspláss, sum gjalda minni 100.000 krónur í løn um árið rinda einki.

 

Hóast tað ikki var ætlanin í upprunaliga uppskotinum, so sleppur Kringvarpið at halda fram við at selja lýsingar bæði sjónvarpi og í útvarpi. Men nú skulu inntøkurnar frá útvarpslýsingum í ein miðlagrunn at stuðla privatum fjølmiðlum, og inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum í ein filmsgrunn.

 

Tað er einki, sum bendir á, at broytingar verða gjørdar í hesum uppskoti millum 2. og 3. viðgerð, og tí verður uppskotið væntandi samtykt í sama líki, sum við aðru viðgerð.

 

Lógin kemur í gildi á nýggjárinum.

 

Álitið frá mentanarnevndini, sum varð samtykt fríggjadagin og væntandi verður samtykt í dag, kann lesast við at TRÝSTA HER