Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í dag boðað Kringsvarpsstýrinum frá, at kringvarpsgjaldið verður ikki hækkað næsta ár. Og eingin fyribils játtan verður á fíggjarlógini Kringvarpið boðaði herfyri frá, at stovnurin væntaði eitt hall upp á minst 5 mió. í 2009 og heitti á landsstýriskvinnuna um at hækka kringvarpsgjaldið fyri 2009.
- Eg havi staðfest, at tað ikki í samgonguni er meiriluti fyri, at kringvarpsgjaldið skal hækka, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum.
- Umrøtt hevur eisini verið, um Kringvarpið ? sum eina fyribils loysn ? kundi fáa eina upphædd á fíggjarlógini fyri 2009, men hetta verður heldur ikki hildið at vera ein gongd leið, sigur hon.
- Eg harmist um støðuna, sum Kringvarpið nú kemur í, men sum búskaparstøðan er, verður hvørki hildið ráðiligt at hækka kringsvarpsgjaldið ella at játta Kringvarpinum eina upphædd á fíggjarlógini, sigur Helena Dam á Neystabø.
Í samgonguskjalinum stendur, at kringvarpsgjaldið verður endurskoðað.
- Hetta arbeiðið eigur at byrja beinanvegin, so Kringvarp Føroya kann koma í eina trygga fíggjarliga legu, har Kringvarpið fær arbeitt eftir tí endamáli, sum lógin ásetur, og sum Føroya fólk, politikkarar og stovnurin vilja, sigur landsstýriskvinnan.








