– Vit harmast um, at útlendingar koma higar at framleiða heimadystirnar hjá okkara landsliði, tí royndirnar við slíkum stórum framleiðslum hvørva, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.
Tað verður týska framleiðslufelagið Plazamedia, sum fer at framleiða heimadystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
– Dystirnir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í komandi EM og HM kapping verða at síggja í Kringvarpi Føroya. Tað er sveisiska felagið CAA Eleven, sum vegna UEFA hevur samráðst um rættindini við Kringvarp Føroya. Samráðst hevur verið eina tíð, og nú eru partarnir komnir ásamt.
Tað boðar Dia Midjord, kringvarpsstjóri, frá í dag.
Evropeiska undankappingin verður avgreidd í ár og næsta ár, og fyrsti dystur er á skránni nú sunnukvøldið á Tórsvølli, tá Finnland vitjar. HM undankappingin, sum eisini fevnir um tíggju dystir, verður avgreidd í 2016 og 2017.
– Sjálvt um Kringvarp Føroya ynskti og royndi alt fyri at fáa eina føroyska loysn á framleiðsluni, so ynskti UEFA eina aðra loysn. Tí verður tað týska framleiðslufelagið Plazamedia, sum framleiðir landsdystirnar í HD-góðsku, sigur Dia Midjord.
– Kringvarp Føroya ynskir Plazamedia góðu eydnu við uppgávuni, men vit harmast samstundis um, at útlendingar koma hendavegin at framleiða heimadystirnar hjá okkara landsliði, tí royndirnar við slíkum stórum framleiðslum hvørva, og harafturat er henda loysnin sera kostnaðarmikil, sigur kringvarpsstjórin.