Um tær barst undan at vitja in.fo í gjár, so eru nakrar av høvuðssøgunum stutt endurgivnar her.
Nú Kringvarpið ikki longur fær inntøkurnar frá seldum lýsingum, men tær heldur skulu fara í ein filmsgrunn og vera stuðul hjá privatum miðlum,hevur KVF ikki gjørt mætari, enn at senda sølufólk síni til hús. Dia Midjord, stjóri, sigur, at alt økið verður umskipað í løtuni.
Olshana sakk 3. august 2007, tá tað rendi seg á flesjarnar. Sambært skiparanum hevði skipið 12 oljutangar umborð og yvir 300 tons av olju. Oljan liggur enn í vrakinum í Tangafirði.
Summarfestivalurin kunngjørdi høvuðsnavnið í ár. Cliff Richard er maðurin, sum skal lokka kanska serliga kvinnur, á Vágsbø í ár.
Sløkkiliðið gjørdi skjótt av, tá nógvur roykur sást umborð á Sildberanum, sum lá við bryggju á Sandi í gjár. Tó var eingin eldur umborð.
Tvíkiljan Codrington Arrow liggur enn í Vágsbotn og bíðar eftir veðurlíkindum, áðrenn leiðin gongur til Íslands.
Og Heðin Mortensen ætlar sær at renna um brúnna um Sandá, tá flaggdagsrenningin verður. Brúgvin er aftur seinkað, hesaferð smáar tveir mánaðir afturat.