Kringvarpið bakkar ikki fyri trýsti

– Nei, vit fara ikki at avsanna nøkur tíðindi, bara tí at ein advokatur kemur við eini hóttan, sigur Kringvarpið

 

Nei, vit fara ikki at avsanna nøkur tíðindi, bara tí at ein advokatur kemur við eini hóttan.

 

Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, eftir at Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen, í gjár sendi Kringvarpinum ein hóttan um kæru til Fjølmiðlanevndina, har hann eisini hótti við eini stevning um ærumeiðing.

 

– Vit fara sjálvandi at svara eini slíkari kæru. Vit hava nakrar dagar at svara, og ta tíðina fara vit brúka og fara tí ikki at leypa framav við at svara áðrenn tíðindafundin, sigur Liljan Weihe.

 

Hon vísir annars á, at tey ótalligar ferðir hava biðið Jørgen Niclasen at greiða frá málinum, og tí dugir hon als ikki at skilja, at advokaturin heldur uppá, at Jørgen Niclasen ikki er sloppin at greiða frá ákærunum.

 

Jørgen Niclasen kemur við eini frágreiðing í dag, sum hann fer at leggja fram á tíðindafundi í Miðlahúsinum klokkan 15.

 

– Vit møta sjálvandi væl mannað upp til tíðindafundin bæði við útvarpi og sjónvarpi, sigur Liljan Weihe.

 

Kringvarpið sendir ikki beinleiðis frá tíðindafundinum, men tað ger Rás2. Liljan Weihe sigur, at Jørgen Niclasen hevur havt fleiri høvi at svara – uttan at hann hevur viljað tað.

 

 

Jørgen Niclasen hevur tíðindafund í Miðlahúsinum klokkan 15 seinnapartin. Rás2 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Rás tvey kann hoyrast á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER