Kringvarpið verður stevnt

Stríðið um starvsfólkið í Kringvarpinum harðnar alsamt og bakkar leiðslan í Kringvarpinum ikki fyri Starvsmannafelagnum, er ógvuliga sannlík, at Kringvarpið verður stevnt

 Bakkar leiðslan í Kringvarpinum ikki fyri Starvsmannafelagnum, er tað ógvuliga sannlíkt, at Kringvarpið verður stevnt.

Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Stríðið um starvsfólkið í Kringvarpinum harðnar alsamt og nú er tað komið hartil, at Starvsmannafelagið hevur sett Kringvarpinum treytaleys krøv.

Í fyrra lagi hevur Starvsmannafelagið kravt, at Kringvarpið afturkallar ætlanarskrivini um at siga sjey starvsfólkum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, upp.

Samstundis setti Kringvarpið ein journalist í starv nýggjársaftan og Starvsmannafelagið krevur eisini, at tann starvssetanin verður ógildað.

Hinvegin hevur Kringvarpið tvíhildið um, at onki skeivt er farið fram og allar ásetingar eru hildnar og at tað eru sparingar, sum eru orsøkin til uppsagnirnar.

Somuleiðis staðfestir Kringvarpið at ætlaðu sparingarnar og tað, at ein journalistur er settur, kunnu ikki samantvinnast.

- Journalisturin er settur tí at eitt starvsfólk á Degi & Viku segði seg úr starvi í november mánaða, hevur stjórin í Kringvarpinum sagt.


Onki grundarlag

Starvsmannafelagið er av teirri ivaleysu sannføring, at haldgott grundarlag er ikki fyri uppsagnunum.

- Kringvarpið hevur ført fram, at uppsagnirnar eru neyðugar fyri at spara, men okkara áskoðan er, at uppsagnartíðin er so long, at lítil og ongin sparing stendst av uppsagnunum.

- Hinvegin hevur Kringvarpið onki gjørt fyri at kanna eftir um tað ber til at sleppa undan uppsagnum við at bjóða fólki at arbeiða parttíð ella við at gagnnýta ásetingarnar í eldrapolitikkinum í sáttmálanum nakar.

- Talan kann eisini verða um nátúrliga frágongd í einum ári.

Eisini hevur Kringvarpið sett nýtt fólk í starv, samstundis sum arbeitt verður við at siga átta fólkum upp, hóast vit heittu á leiðsluna um at lata vera við at seta starvið.

- At nýtt fólk verður sett, samstundis sum arbeitt verður við uppsagnum, vísir, at tørvur er ikki á at siga fólki upp fyri at spara.

Tá ið hetta nýggja fólkið varð sett, varð starvið bara lýst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og tað heldur Starvsmannafelagið ikki er nøktandi.

- Treytin er, at øll størv skulu lýsast leys og tí halda vit, at tað er sáttmálabrot, tá ið eitt starv bara er lýst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

- Tað er eisini sáttmálabrot og brot á almenna setanarpolitikkin, at álitisfólkið á stovninum ikki hevur fingið málið til ummælis og skal vera við í setanarbólkinum.


Stevna

Selma Ellingsgaard staðfestir, at Starvsmannafelagið góðtekur undir ongum umstøðum at sáttmálin verður brotin, uttan at tað fær avleiðingar

Tað er eitt ógvuliga prinsippielt mál fyri okkum, leggur hon afturat.

Forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur, at hesin spurningurin er so prinsipiellur, at felagið vil ikki lata hetta fara afturvið borðinum.

Men um talan verður at seta tiltøk í verk ímóti Kringvarpinum, vil hon ikki siga nakað um enn.

Hinvegin staðfestir hon, at slakar Kringvarpið ikki, er tað ógvuliga sannlíkt, at Starvsmannafelagið fer at stevna Kringvarpinum.

Sigur tú við hesum, at Starvsmannafelagið hevur gjørt av, at fær tað ikki viðhald, verður Kringvarpið stevnt?

- Tað er í øllum førum ógvuliga sannlíkt. Vit eru sannførd um, at vit hava rættin á okkara síðu so vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at fáa okkara rætt, sigur Selma Ellingsgaard.

Endar hetta við stevning, verður kravið í fyrra lagi, at setanin nýggjársaftan, tá ið nýggjur journalistur varð settur, verður ógildað.

Ì øðrum lagi verður kravið, at uppsagnirnar verða tiknar aftur.

Selma Ellingsgaard sigur, nú fara teir sjey limirnir, sum ætlanin er at siga upp, at geva sítt svar upp á ætlanarskrivini og har verður fyrivarni tikið fyri at fara víðari við málinum.

- Endar tað við, at talan verður um stevning og at vit fáa viðhald í, at uppsagnirnar eru ógrundaðar, veður sjálvandi eisini talan um at krevja endurgjald, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.