Kringvarpið sparir teknmál burtur

Fyri at fáa raksturin at hanga saman hevur stýrið í Kringvarpinum samtykt nakrar sparingar á fundi farna fríggjadag. Millum annað hvørvur teknmálstulkingin av Degi og Viku Á fundinum viðgjørdi stýrið rakstrarstøðuna hjá kringvarpinum. Tá undirtøka ikki var fyri at hækka kringvarpsgjaldið, verður neyðugt at spara í minsta lagi 3 mió. kr. í rakstrinum í 2008.

Fyri at fáa raksturin at hanga saman hevur stýrið fyri Kringvarpið samtykti nakrar sparingar. Herundir fer kringvarpið at boða Mentamálaráðnum frá, at skal teknmálstulkingin av tíðindasendingini hjá sjónvarpinum halda fram eftir 1. februar, má Mentamálaráðið átaka sær allan kostnaðin av hesum. Víst verður á, at nóg mikið av peningi er tøkur á kontuni til hetta endamálið á løgtingsfíggjarlógini.

Eisini fer kringvarpið at heita á landsstýrið um at bera ein part av kostnaðinum av løgtingsvalinum. Harumframt hevur stýrið eisini staðfest, at verkætlanin við jólakalendaranum 2008 í sjónvarpinum, sum arbeitt hevur verið við í nøkur ár, ikki kann fremjast, uttan so at serstøk fígging kann útvegast til hana.

Stýrið kom annars eisini til ta niðurstøðu fríggjadagin, at skal arbeiðið, sum er lagt í samanleggingina, ikki fara fyri skjeytið, er neyðugt, at lóggávan verður framd í hesi tingsetuni. Tí mælir stýrið flokkunum aftanfyri fjølmiðlasemjuna til, at avtala verður gjørd um framtíðina hjá kringvarpinum í einum komandi samgonguskjali.

Stýrið fer nú undir at fyrireika setan av nýggjum stjóra, sum skal standa á odda fyri víðari arbeiðinum við at leggja útvarp og sjónvarp saman.