Sjúrður Skaale
---------
Kringvarpið skal hava loyvi til at senda lýsingar. Tað hevur týdning fyri Kringvarpið, lýsarar, lýsingarstovur - og harvið fyri búskapin allan. At bannað lýsingum í KVF hevði havt við sær, at føroyska BTÚ minkaði.
Men almenna Kringvarpið má kenna sær hógv á hesum marknaði. Tað kappast ímóti fyritøkum, sum ongum øðrum liva av enn lýsingum.
Tí tók eg tað fram á tingi, tá Kringvarpið herfyri royndi at fáa í lag samstarv við lýsingarfyritøkur, sum skuldu framleiða stuttar, bíligar lýsingar, "fyri at gera atgongdina til Kringvarpið lættari fyri teir smáu lýsararnar", sum tikið varð til.
Mítt endamál var fyrst og fremst at gera vart við, at KVF má umsita sín rætt at senda lýsingar við ábyrgd. Havast má í huga, at talan er um ein sterkan almennan stovn, sum kemur inn á ein marknað, har privatar fyritøkur hvønn dag stríðast fyri at yvirliva. Og tað er altso stórur munur á at hýsa lýsingum og so aktivt at royna at dustsúgva marknaðin.
Landsstýriskvinnan segði tá, at hon einki fer at gera fyrr enn Fjølmiðlakommissjónin kemur við sínum tilmæli í summar.
Feiri mundu kortini vóna, at bara tað at fokus kom á málið, fór at fáa KVF at steðga á og hugsa seg um.
So var ikki. Í gjár, mikudagin, fór eitt skriv undir heitinum "LøttLýsing" út til lýsarar, við lokkandi tilboðum um stuttar, bíligar lýsingar í Kringvarpinum.
Kann skaða kringvarpið
Hóast kringvarpsgjaldið verður kravt inn á púra skeivan og órættvísan hátt, so fáa vit ikki so lítið fyri pengarnar. Alt kundi verið betri, men í KVF eru nógvar góðar sendingar, sum illa høvdu kunnað verið framleiddar á privatum grundarlag.
KVF hevur eina upplýsandi og savnandi funktión, og hon skal varðveitast og styrkjast.
Men tað er eingin sjálvfylgja at hava eitt alment Kringvarp. Og tað eru støðugt fleiri sum tala fyri at avtaka ella skerja stovnin.
Tá Kringvarpið nú fer inn í kappingina um teir smáu lýsararnar, so fáa hesi eitt argument afturat. Og tað er eitt gott argument! Tí hendan atferð hjá Kringvarpinum kann raka illa sperdar privatar miðlafyritøkur meint. Og teimum hevur samfelagið sanniliga eisini brúkt fyri.
So Kringvarpið átti at kent sær hógv. Ikki minst fyri sína egnu skyld.