Kringvarp Føroya segði við Rás2 fyrr í mánaðinum, at tað var í stríð við politikkin hjá stovninum, at tíðindafólk í Kringvarpinum skriva politiskt lesarabrøv. Seinasta árið hevur Høgni Djurhuus, tíðindamaður í Kringvarpinum, skriva klummur í Sosialinum um ymiskt samfelagslig viðurskifti.
Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, ger greitt, at stovnurin skilir millum lesarabrøv og klummur.
- Høgni Djurhuus hevur onga konkreta meining í sínum klummum. Tað er stuttligur lesnaður við skeivum vinklum, sum gevur íblástur og fær teg og meg at hugsa. Tað meta vit er øðrvísi enn politisk lesarabrøv, sigur Annika Mittún Jacobsen við Rás2.
Hon leggur afturat, at ein bólkur er í holt við at skriva eitt tilmæli, hvat tíðindafólk í Kringvarpinum kunnu loyva sær at siga í almenna rúminum. Sum støðan er, eru ongar greiðar reglur á tí økinum.
Tilmælið verður helst liðugt í heyst.