Tað var ímóti endanum á útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum á miðdegi í gjár, at upplesarin las upp eina umbering, sum segði, at »Kringvarp Føroya ásannar, at Kringvarpið fór út um markið fyri góðan fjølmiðlasið í einum innslagi um avtalað spæl millum NSÍ og B36, sum var sent í útvarpstíðindunum tann 14. oktober 2011 klokkan 12.20.«
Víðari verður sagt í umberingini, at »innslagið um avtalað spæl var ikki gjørt á nøktandi keldugrundarlagi. Ítróttarfeløgini, sum vóru fyri skuldsetingum, fingu harumframt ikki møguleika at svara aftur. Kringvarpið biður B36, NSÍ og lurtarar um umbering.«
Talan var um eitt heilt margháttligt innslag, ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú sigur umskylda fyri, næstan tveir mánaðir seinni, tí innslagið fevndi mestsum bara um gitingar og so at siga ongar sum helst faktiskar upplýsingar.
Innslagið hjá útvarpinum, ið Sigmar Bláberg hevði gjørt, byrjaði soleiðis: »Tíðindi ganga um, at NSÍ ætlar at lata B36 vinna dystin sunnudagin, so NSÍ sleppur upp í europeisku kappingina, sum gevur nógvar pengar. FSF umrøður málið í løtuni.«
Hóast øllum stóð greitt, at NSÍ neyvan fór grátandi av vøllinum, um B36 vann júst henda dystin og gjørdist føroyameistari, so var alt tos um avtalað spæl púrasta burturvið. Men at leggja tvey feløg undir avtalað spæl er ein álvarslig skuldseting – ikki minst, tá hvørki av feløgunum verður spurt…
Longu sama dag, sum henda íspunna søgan hevði verið í útvarpinum hjá Kringvarpinum, gjørdu bæði NSÍ og B36 vart við seg og mótmæltu, men umberingin er eftir øllum at døma blivin viðgjørd sera væl í Kringvarpinum, nú tað tók næstan tveir mánaðir at avgreiða hana. Umberingin er ikki at finna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, hóast søgan frá innslagnum eisini stóð har í eina løtu, men bleiv strikað seinni henda fríggjadagin í oktober.