Fýra dystir í vodafonedeildini verða undan ólavsøku, og á ólavsøku.
Rás2 fer at siga frá dystinum millum ÍF og B68 í Fuglafirði, sum byrjar í kvøld klokkan 19. Rás2 fer eisini at siga frá dystinum millum Víking og EB/Streym, sum verður í Sarpugerði í Norðragøtu í annaðkvøld klokkan 19.
Ùtvarpið hjá kringvarpinum fer at siga frá báðum vodafonedystunum, sum verða leiktir á ovara vølli í Gundadali í Havn á ólavsøku. Ùtvarpið fer at siga frá dystinum millum B36 og 07 Vestur, sum byrjar ólavsøkuaftan klokkan 18. Útvarpið hjá kringvarpinum fer eisini at siga frá dystinum millum HB og NSÍ, sum verður ólavsøkudag klokkan 16.










