Kringvarpið má lova øðrum framat

Kringvarp Føroya kann ikki krevja at hava einkarrætt til public service veitingar. Onnur mugu eisini sleppa framat, og so mugu vit læra at liva við, at góðskan ikki altíð er tann besta. Tað tóktist vera ein av niðurstøðunum á kjakfundi í gjárkvøldið



Skulu vit yirhøvur hava Public service í Føroyum, hvør skal røkja hesa tænastu og hvaðani skulu pengarnir koma? Soleiðis ljóðaðu aðalspurningarnir á kjakfundi í Útvarpshøllini í gjárkvøldið um public service. Evnið varð viðgjørt við serligum atliti til, at enn er tað Kringvarp Føroya, sum hevur public service skylduna, og harvið skal tryggja sendingar, sum nøkta tørvin hjá øllum hyggjarum og lurtarum. 



Øll kunnu gera public service

Ásannandi at við verandi fíggjarkarmi hevur KvF, torført við at røkja sína public service skyldur, snaraði kjakið skjótt inn á, hvørt aðrir miðlar eisini eiga at sleppa upp í part at loysa ávísar public service uppgávur. Hesum hevði leiðarin á miðladeildini í Kringvarpinum, Allan Dalsgarð, í prinsippinum onki ímóti, bara peningurin til framleiðslu av sendingum útifrá ikki verður tikin av játtanini hjá KvF. Hinvegin minti hann á, at eitt nú privatir miðlar ongantíð kunnu setast í staðin fyri ein óheftan stovn við public service skyldu, tí privatu miðlarnir fyrst og fremst hava eina handilsliga dagsskrá, ið ofta heftir teir til peningalig áhugamál.

Hesa grundgeving hevði Bill Justinussen, løgtingsmaður, heldur ilt við at skilja. Sambært honum finnast tað ikki óheft tíðindafólk, heldur ikki Kringvarpinum, sum eftir hansara tykki ofta borðreiðir við einum í so kampagnukendum tíðindaflutingi. Tí eiga aðrir miðlar eisini og ongantíð ov skjótt at sleppa framat, tí "øll kunnu loysa public service" skyldur, sum hann tók til. Public service skal við øðrum orðum bjóðast alment út eins og ein og hvør vegagerð. Sambært Bill Justinussen hevði hetta eisini tryggja breiddina, sum hann annars saknaði í KvF.

Eisini Magni Laksafoss, formaður í mentanarnevndini, helt uppskotið um at bjóða public service skyldurnar alment út ljóða skilagott, og hann ivaðist ikki í, at førleikarnir at røkja hesar skyldur eisini finnast aðrastaðni enn í Kringvarpinum. Eisini Helena Dam á Neystabø, Mentamálaráharri, helt tað avgjørt vera vert at umhugsa at lata onnur sleppa framat uppgávunum hjá Kringvarpinum

Júst á hvønn hátt ein slík spjaðing av framleiðsluni skal tryggja breiddina hevði Jógvan Hugo Gardar, næstformaður í Føroysk Miðlafólk ilt við at ímynda sær. Sambært honum verður úrslitið heldur, at smáir bólkar ella einstaklingar sita spjaddir runt ymsastaðni og gera somu tíðindi. Heldur mælti hann til at gera tað beint øvuta, nevniliga lagt allar public service skyldur undir KvF og síðani latið stovnin fingið fleiri rásir at senda tilfarið frá.


Public service ikki til sølu

Stóri spurningurin um, hvussu public service skal fíggjast, rann sum ein reyður tráður gjøgnum kjakið. Her stóðst kjakið serliga um, í hvønn mun lýsingar skulu fíggja virksemið hjá einum public service stovni.

Í hesum sambandi minti Helena Dam á Neystabø fleiri ferðir á, at nýtslan av handilslýsingum í allar mátar er í andsøgn við kjarnina í public service hugtakinum, sum er óheftni. Tann sum lýsir, selur seg sjálvan til eitt áhugamál, og public service kann ella skal ongantíð vera til sølu.

Hesum var Birgir Kruse, fjølmiðlafrøðingur, fullkomiliga samdur í. Í heila tikið er tíð uppá, at Kringvarpið ger upp við seg sjálvan, hvat samband stovnurin ætlar at hava við lýsingarmarknaðin, sambært Birgir Kruse. Eftir hansara tykki eigur Kringvarpið at úthýsa lýsningarmøguleikanum, um stovnurin yvirhøvur ætlar sær at vera ein public service stovnur. 



Lægri krøv til góðsku.

Um neyðugi peningurin kortini ikki kann fáast til vega, eigur Kringvapið kanska at slaka uppá tøknisku góðskuna, segði Bill Justiussen, sum var vísur í, at vanligi hyggjarin ikki krevur topp góðsku í eitt nú hvørji einastu sjónvarpssending. Eisini Helena Dam á Neystabø helt, at vit kanska skulu læra at liva við, at tøkniska góðskan ikki altíð er í hæddini, um bara innihaldið er nóg gott.

Hetta fekk ein av áhoyraranum í salinum, Herluf Sørensen, at reisa seg úr stólinum. Hann helt tað vera eina ófatiliga undirmeting av hyggjaraarum at halda, at tey ikki krevja góðsku. At man næstan setir sær sum mál at slaka uppá góðskuna, hevði ikki komið fyri innan nakað annað fakøkið, staðfesti hann. Kann man ímynda sær, at tað til dømis eisini er í lagi at slaka uppá góðskuna inna sjúkrahúsverkið, vegakervið ella í løgfrøðiligari ráðgeving, spurdi Herluf Hammer, og legði afturat, at við at hýsa hesum møguleikanum um lægri góðsku, tosa politikararnir sum um framleiðslan í KvF bara er eitt spæl.



Public Service


Endamálið við Public Service

Kringvarp Føroya er at meta sum ogn hjá øllum føroyingum. Kringvarpið hevur sum sjálvstøðugur

almennur stovnur public service-skyldur mótvegis brúkarum sínum.


Kringvarpið skal gera og senda so nógv og gott føroyskt tilfar sum til ber og soleiðis virka fyri, at

allir føroyingar gerast betur førir fyri at liva, virka og trívast í føroyska samfelagnum og at taka

støðu til og ávirka tað á ein fólkaræðisligan hátt.


Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri

alt Føroya fólk, umvegis sjónvarp, útvarp, alnót og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna

um tíðindaflutning, upplýsing, undirhald og mentan.


Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at

skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí.


Kringvarp Føroya skal røkja sítt public service-virksemi eftir ynski og tørvi hjá øllum føroyingum

og skal tryggja, at tilfarið í sínum innihaldi:


- er óheft av seráhugamálum

- ?er fjølbroytt og margfalt

- ?er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars

- ?veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um avgerandi

samfelagsviðurskifti

- ?vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri skara

- ?gevur brúkaranum gott innlit í mentan og uppliving av føroyskari list

- ?hevur høga góðsku, bæði tá talan er um upplýsing og undirhald.


Kelda: Grein 2 í útkasti til ein føroyskan public service sáttmála