30. desember fingu starvsfólkini í Kringvarpinum at vita, at tíðindaleiðsla er sett fyri 2011. Kári Durhuus er settur í fulltíðarstarv sum tíðindaleiðari, meðan Beinta Løwe Jacobsen er sett sum redaktiónsleiðari í útvarpinum og Høgni í Jákupsstovu sum redaktiónsleiðara í sjónvarpinum.
- Annika Mittún Jacobsen hevur sína frágreiðing um, hví hetta ikki varð gjørt.
Talan er um eina ítøkiliga uppgávu, og eg havi mett, at hesi eru tey bestu at loysa hesa uppgávuna., sigur Annika Mittún Jacobsen.
Talan er í stóran mun um somu leiðslu sum í fjør, og tí heldur hon, at tey eru tey bestu at halda fram í 2011. Kringvarpsstjórin segði annars alment í Dimmalætting, at hon fór at lýsa starvið sum tíðindaleiðari leyst.
- Vit eru í einari broytingartíð, og leiðslan frá í fjør er komin við einari frágreiðing. Broytingartíðin hevur tikið longri tíð en vit roknaðu við, og tí hildu vit tað vera rætt, at somu fólkini eisini koma at føra loysnina út í verki, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Kringvarpið heldur seg annars ikki sjálvt aftur at finnast at øðrum, fyria t seta fólk í starv uttan at lýsa tað leyst framman undan. Kringvarpið skrivar á heimasíðu sínari: »Starvsmannafelagið, sum javnan hevur fremstafingur á lofti, tá almenn størv ikki verða lýst leys, hevur nú sjálvt brotið hesa meginreglu. Felagið hevur sett ein kunningarráðgeva í starv í eitt hálvt, men starvið er ikki lýst leys«.
Men hetta hevur stjórin eina frágreiðing uppá:
- Man kann siga, at eg sum leiðsla geri, og hvat tíðindadeildin annars gera, tá tey viðgera mál í samfelagnum, eru hvør sítt, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Sumt er ráð til
Beinta Løwe Jacobsen er sett sum tíðindaleiðari í útvarpinum, hóast hon bert sat í einum fyribilsstarvi í nakrar mánaðar.
- Eg fái eitt tilmæli frá tíðindaleiðaranum, og Óluva Zachariasen, sum var tíðindaleiðari, ynskti at fara aftur í sítt gamla starv á tíðindadeildini. Vit hava so heitt á Beintu Løwe Jacobsen um at átaa sær starvið í eitt ár, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Kári Durhuus heldur fram sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum í 2011 eisini. Tó er tann broytingin, at hann nú fer í fulltíðarstarv. Í hálvtíðarstarvnum fekk Kári Durhuus 25.000 krónur í løn, so tjenar hann tað í hálva tíð, má lønin nú verða 50.000 krónur um mánaðin. Men hvussu hevur Kringvarpið ráð til tað, tá ið spinkast og sparast má allastaðni?
- Vit eru ikki heilt liðug við tann partin, so tað kunnu vit venda aftur til seinni, mn Kringvarpið skal hava ein tíðindaleiðara, og sum støðan er í løtuni halda vit tað vera rætt, at Kári Durhuus fullførir tær ætlanirnar, hann er í gongd við, sigur Annika Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóri.