Tað eru uttan iva bæði fyrimunir og vansar við at skilja tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur aftur í tvey
Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Jógvan á Lakjuni um at skilja tíðindadeildina sundur aftur í tvey, eina fyri Útvarpið og eina fyri Sjónvarpið.
Sjálvur er hann ikki sannførdur um, hvat er tað rætta at gera, men hann vísir á, at eftir hansara tykki hevur Kringvarpið eitt ómetaliga stórt vald, soleiðis sum tað nú er skipað við eini felags tíðindadeild. Sum støðan er nú, er tað Kringvarpið sum ger av, hvørju høvuðsmál í einum valstríðið upp undir eitt løgtingsval, ella fólkatingsval, skal vera, sigur Helgi Abrahamsen.
Helgi Abrahamsen tosar við sínum royndum sum floksskrivari hjá Sambandsflokkinum. Og hann segði, at tá ið val skal vera, fáa flokkarnir boð frá Kringvarpinum um, hvørju høvuðsmál tey í Kringvarpinum hava gjørt av at leggja dent á í valstríðnum, og soleiðis verður tað, tí tað fáa politikarar einki gjørt við.
– Soleiðis er tað Kringvarpið, sum ger av, hvat eitt valstríð skal snúgva seg um og sum veljarin skal seta krossin eftur. Sostatt er Kringvarpið ein valdshavari í samfelagnum, soleiðis sum tað nú er skipað, sigur hann.










