Í morgin Kristi himmalsferðardag kl. 15.00, hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, KLH, aðalfund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. KLH er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, so sum gudstænastum, møtum, andaktum og kristiligum tónleiki eins og tíðindi frá kristiligum arbeiði.
KLH skal eisini styðja útvarp og sjónvarp í góðum og siðiligum sendingum, eins og at mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt, sum tað stendur í endamálsorðingini.
Í sambandi við aðalfundin, fara umboð fyri Kringvarp Føroya at greiða frá arbeiðinum í kringvarpinum.
Felagið hevur umleið 1.200 limir.
Eftir aðalfundin, klokkan 19.00, verður sangmøti í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum. Argjakórið, Tær 4 í Frelsunarherinum, Oasubrøðurnir og Theodor Petersen syngja. Símun Absalonsen talar og Alfred Olsen leiðir møtið.