– Dómsnevndin fyri miðlaheiðurslønina heldur, at avdúkingin av loyniligu samráðingunum og loyniliga sáttmálanum við danska íløgufelagið, var eitt sera týðandi journalistiskt arbeiði. Her var talan um politiskt handverk, sum skuldi krógvast, til milliardsáttmálin við danska íløgufelagið var undirskrivaður. Men journalistisku avdúkingarnar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu politisku skipanina til at endurskoða sínar ætlanir.
Bjarni Mohr úr Kringvarpinum vann Ársins Pressumynd fyri myndina "Súluveiða".