Helena Dam á Neystabø fer ikki av sínum einslistum at hækka kringvarpsgjaldið Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fer - hóast hon kann gera tað í eini kunngerð - ikki at hækka kringvarpsgjaldið.
- Eg kundi tikið eina avgerð um at hækka gjaldið. Men sum landið liggur, so er ongin endalig niðurstøða komin. Eg vil hava uppbakning frá løgtinginum áðrenn eg geri nakað, og skriv eru send út til flokkarnar. Ongin undirtøka hevur verið millum flokkarnar fyri at hækka kringvarpsgjaldið, men eg fari at halda fram við at arbeiða fyri eini loysn, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon dylir tó ikki fyri, at tað onkustaðni má telja, at Kringvarpið ikki hevur fingið meira pening síðan 2004, og at hon arbeiði fyri at finna eina skynsama loysn fyri Kringvarpið.