Soleiðis byrjaði útvarpið hjá Kringvarpinum eitt innslag í tíðindasendingini á middegi 21. desember í fjør. Orsøkin var, at Starvsmannafelagið hevði sett ein kunningarráðgeva í starv, uttan at lýsa starvið leyst.
Og víðari segði Kringvarpið í innslagnum:
» - Men Starvsmannafelagið sær lætt og elegant burtur frá hesum treytum...«
Tann, ið læs tíðindini, var Dia Midjord, sum tá umboðaði starvsfólkini í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Søgan var góð, tí tað líkist ongum, at eitt stórt fakfelag vanvirðir grundleggjandi fakfelagsrættindi.
Men her endar logikkurin hjá tíðindadeildini í útvarpinum.
Níggju dagar seinni ger leiðslan í Kringvarpinum av at seta trý fólk í starv sum tíðindaleiðarar í eitt ár - uttan at lýsa størvini leys, soleiðis sum tey sjálvandi eiga at verða.
Men hetta sær tíðindadeildin hjá Kringvarpinum ikki sum eina søgu. Tann góða søgan, tey høvdu um Starvsmannafelagið - var knappliga ikki ein søga, tá tað snúði seg um Kringvarpið.
Rás2 setti seg í samband við nýggja tíðindaleiðaran, Beintu Løwe Jacobsen, og spurdi hana, hví hetta ikki var ein søga, at leiðslan í Kringvarpinum gjørdi sama »brølara« (sambært tíðindadeildini hjá Kringvarpinum) sum Starvsmannafelagið gjørdi.
Svarið frá nýggja tíðindaleiðaranum var stutt:
»Onga viðmerking!«
Vit kunnu so bara staðfesta, at meðan leiðslan í Kringvarpinum - har tíðindadeildin var umboðað, »lætt og elegant sær brutur frá grundleggjandi fakfelagstreytum«, so heldur tíðindadeildin nú, at hetta ikki eru tíðindi og hevur annars onga viðmerking.
Er hetta tann fjórða statsmaktin?
So kunnu vit bara staðfesta, at public service útvarpið í Føroyum blæsur og hevur mjøl í munninum, so tað stendur eftirá...