Alt gott um tað, at Kringvarpið fór undir hetta tiltak, ið uttan iva var sakna av nógvum.
Nú tá henda Náttarrásin hevur verið eina tíð, haldið eg at kringvarpið átti at fari eitt stig víðari fram á leið.
Tað er ein sannroynd, at tað í dag eru rættuliga nógv fólk, ið eru til arbeiðis um næturnar. Her hugsi eg serliga um tey, ið taka sær av teimum veiku í samfelagnum, á sjúkrahúsum, ellisheimum og øðrum tílíkum stovnum.
Eisini hugsi eg um øll tey skip, ið fiska á okkara nærleiðum og sum hoyra FM – tey eru sjálvandi í sving allan sólarkringin.
Hesi somu fólk, ið eru til arbeiðis um næturnar, skulu sjálvandi onkuntíð hvíla, og er hetta sjálvandi um dagin, tá fólk flest annars eru til arbeiðis og í skúla.
Við tað at hesi fólk sova um dagin, er tað ein stórur partur at teimum sendingum, ið sendar verða í best senditíð, hesi fólk ikki hoyra.
Eg haldi at Kringvarp Føroya, átti um næturnar at endursent sendingar frá degnum fyri, og soleiðis givið “náttararbeiðarunum” ein líka góðan møguleika fyri at hoyra sendingarnar.
Tíðindasendingin kl. 18 kundi til dømis verði endursend á midnátt.
Hví ikki senda til dømis morgunsendingina kl. 01 og so framvegis.
Við at kringvarpið endursendir egnar sendingar ístaðin fyri tónleik, eru nógvir pengar at spara.
At endursenda um næturnar er væl saktans bert ein spurningur um at programmerað teldurnar.