Arnstein Niclasen
24.04.06
Almenna Kringvarpið átti at fingið klipt kløðurnar so mikið á lýsingaøkinum, at ein ella onnur rímilig kapping - á jøvnum føti - fæst í lag millum teir tríggjar aktørarnar á kringvarpsøkinum, skrivar Arnstein Niclasen. Hann skjýtur upp, at ein ávísur »náðis-moli« av teimum íalt 2-3 túsund krónunum (við pantirætti), sum hvørt húsarhald í landinum er tvungið at gjalda um árið, kundi farið til hinar báðar útvarpsstøðirnar
Tað var ein svalligan dag í februar 1957, at vit fingu at hoyra ta heimligu røddina á nýklakta miðlinum: Útvarpi Føroya. Ein stórhending, sum frá fyrsta degi varð fagnað kring landið, og fekk kvinnur og menn at blaka frá sær bæði svintu og hvísl og halda at húsum í sirmi og sól - á hádegi, sum kvøldarstund - tí ikki eitt orð mátti forsakast frá hesum magnetiska mentanarstovni landsins. (Sum longu nú nærkast hálvari øld á baki. Sig so tað.)
Stórhending
Til fyrsta stjóra útvarpsins var settur orðkringi presturin, týðarin og skemtarin Axel Tórgarð, sum tíbetur enn, mær vitandi, er still going strong við tí fjøltáttaða Zacharias Wang sum skúmandi uttanborðsmotori - men tað er ein onnur søga.
Og tað var gott. Tí Axel dugir tann kunstin, sum alt annað líka - eitt nú Victor Danielsen dugdi, og sum kanska ger Axel til tann seinasta málsliga mohikanarin vit eiga eftir. Hann dugir nevniliga hetta, at skriva ein tekst, sum má bera heitið: ekta føroyskt mál, sum maðurin segði: - ið øll kunnu skilja, fata og forstanda!
Axel dugir at kveikja í sinni lesarans ein melodiska veftur av málsligum millumtónum afturvið einari fjálgari poetiskari afturundirgerð, ið tíanverri tykist at vera - við vilja ella ótilvitað - eitt ófinniligt ella teppibumbað land fyri tey lærdu, sum halda seg duga. (Men, lat eisini tað fara á hesum sinni.)
Fólk kring landið vórðu vituliga ovurfegin fyri fáligu útvarps-pisuna. Men, trællurin Dimma, sum nokk betri dámdi Pressens Radioavis úr DK, nevndi tá - skemtandi og við farra av sársaka ta smædnu tíðindasending útvarpsins fyri Præstens Radioavis(!).
Siðir og tíðir broytast
Men brátt mentist hetta veika ÚF-spjaðið til ein máttmiklan knevil í mæti og prísi og tað enntá við pantirætti! Tí, um tíðindatystandi fólk - pensionistar ella Kalli Katt - ikki betaltu til dags dato. Ja, so stóð fútin rísin í durunum við kravi og revsibót, vælsignað. Soleiðis kann tað ganga!
Tó nógv var í ÚF at hoyra, sum gleddi okkum meiri fátæk í anda. Vit fingu t. d. Feðgar á ferð og Bør Børsson inn á gólvið, og ektaðir (amatørar, gaman í) upplesarar sum Marius Johannesen, Einar Joensen, Benny Samuelsen o.a., ið lósu væl og virðiliga upp úr góðum bókmentum og gjørdust hvørsmans vinir kring landið. (Men nær hoyra vit aftur frá Ketil, Kálvi og Børinum? spyrja fólk.)
Um tekstirnir nú á døgum eru ov fjarir frá fólkinum, ella teir nýggju professionellu upplesararnir ikki makta handverkið nóg væl, tað má onkur annar taka støðu til, tí geisturin tykist horvin, og sløkt verður vanliga við brestin.
Onnur stórhending
Men, nú er alt aftur broytt. Tí nú er ÚF og SvF klamsað saman til ein public-service-brimil. Og kappingin er varpað á berajól. Og soleiðis hvarv tað seinasta incitamentið, sporin til kapping. Tí hvør er at kappast við? Hóast vit nú hava tríggjar útvarpsrásir í luftini.
Eina Rás 2, sum strevast trúliga fyri at fáa til dagin og vegin við privatum lýsingum og øðrum stuðli frá feløgum. Ein onnur er Rás 3, sum verður hildin uppi við frívilligari hjálp og stuðli frá sjálvbodnum fólki. Tó, sigst, at hesar báðar amatør-støðirnar (amatørur er ein, sum elskar) hava ein ikki hissini og trúgvan lurtaraskara.
Og so er tað Rás 1 - hetta almáttuga almenna mastodont-monopolið - samansveisað av ÚF og SvF til eitt Kringvarp Føroya (- einasta ítøkiliga roysnið hjá hesari samgonguni?). Sum hevur herfylkingar av kvalifiseraðum fólki. Frálík hølisviðurskifti. Privatar og ikki minst almennar lýsingar í hópatali úr vøggu í grøv. Starvsfólkið - talsterkt sum ein fjallskipan - muntra sær hugfarsligt um geilar og tún, land og ríkið, við skemti og fjasi fyri almenna rokning, so sum teimum lystir. Her er munur á.
Segði nakar avbjóðing?
Um onkur gudsvinur skuldi komið til hugs, um eitt er til sum eitur: Kappingarráðið? So sig einki. Tí teir hava heilt onnur stórmál at dragast við.
Men dygdin kundi vituliga verðið betri hjá øllum rásunum, tí kappingin er í løtuni beint fram: hvørkiso.
Rás 3 sendir á kvøldi og náttartíð við troystandi innihaldi við ugga og balsam til fólk við mismóti, trega og náttarvøku. Samrøður, sangir, prát o.a.. Og mong lurta í loyndum.
Rás 2 sendir á degi og langt út á kvøldið við tónleiki, undirhaldi, samrøðum, tíðindum o. ø.. Alt er hildið á tí støði, sum ein tepur búðskapur loyvir. Og er eitt undrunarvert átak. Mong lýða á.
Rás 1 verður stuðlað við almennum pengum, og er tí best fyri fíggjarliga. Senditíðin er mest í vanligari arbeiðstíð. Høvuðsinnihaldið eru tíðindi, tónleikur og undirhald. Tíðindini eru oftani tambaðar samrøður, og nýggjheitirnar tilvildarligar og visnaðar, og ofta endurtiknar gjøgnum dagin. Men tað skulu tey eiga, at upplesturin batnar so hvørt, sum dagurin líður og frættirnar ræsnað (!). Okja, eg meini tað.
Og so er tað til seinast SvF, litsjónvarpið sjálvt, sum trilvar og hýkur á einum træbeini, har høkjurnar báðar eru tær størstu donsku sjónvarpsrásirnar. Tó eru onkrar góðar serføroyskar sendingar við samrøðum og gerandislýsingum, meðan kritisku, politisku og samfelagsligu greiningarnar eru mangan lítið mætari enn ein vánaligur Fimmari. Og tað sigur ikki so lítið (!).
Hvat við kapping?
Nú, meðan betong-citadellið í Sortudýki (men tað halda tey nokk ikki sjálvi) hevur stórar ætlanir um at víðka um búgvið - í rúmd og í tíð - í 50-millióna-krónu-íløgu-klassanum, so hóra hinar privatu útvarpsstøðirnar við eldsálunum helst við mark hungursins og vesæladómsins og uttan at smyrja knívin av lurtaragjaldinum. Og tað er spell, halda fleiri.
Tí kundi tað kanska verið eitt hugskot, í hesum einskildu, samfeldu, fepurheitu, solidarisku, liberalistisku og privartiserings døgum løgtingsins og samgongunar, at hugsa um, um ikki ein ávísur náðis-moli av teimum íalt 2-3 túsund krónunum (við pantirætti), sum hvørt húsarhald í landinum, so at siga, er tvungið at gjalda um árið, kundi farið til hinar báðar útvarpsstøðirnar?
Tí, um tað so bara varð eitt lítið nartl, so vildi tað ivaleyst útloyst onkra kapping í tørvi, sum jú er lyklaorð visións-manna í dag og frameftir.
Ella hinvegin, at hetta almenna monstrummið fekk klipt kløðurnar bara so mikið á lýsingaøkinum, at ein ella onnur rímilig kapping - á jøvnum føti - fæst í lag millum hesar tríggjar aktørarnar?
Tey tilvildarligu, ið vituliga als ikki eru tengd at nakrari av hesum trimum rásunum, sum undirritaði í allari ótilstrekkiligheit hevur nevnt hetta fyri, halda, at hetta er eitt gott hugskot. Men hvat siga tey, ið alt valdið eiga?
PAGE
PAGE 3