KRINGVARP ELLA NÆRVARP!? Public service er lokaltíðindi í Havn

Setti meg áhugaðan at hyggja at Mentanartíðindunum í Kring­varpinum 2. mars; men gjørdist enn einaferð varð­ugur við, at hesi eru søg­ur um mentanar- og nátt­ar­lívið í Havn.
Í Fuglafirði hendi eitt stórt frambrot í ment­an­ar­heim­i­num – ikki tað varð tik­ið upp á tungu av Public ser­vice-statiónini.

Dávur Winther

Nykurin í Fuglafirði
Í Fuglafirði hevði Frits Jo­hann­esen skrivað ein sjáldsama góðan leik við støði í søguni um Nykin, sum vit kenna hana. Við hepnum hugflogi hevur hann í hesum leiki funn­ið fram staðarnøvn og nøvn á persónum úr grann­a­um­hvørvinum í Fuglafirði. Hetta er ein sangleikur, sum tónleikaliga er framúr.
– Men mest og best av øllum er, at hann er fram­førd­­ur av einum 6. flokki! Og tey leika øll og syngja øll, sum høvdu tey ikki gjørt annað – Tó eru tey reinir amatørar. Júst her liggur frambrotið! Men tað tykist øðrum óinteressant...
Málsliga hevur leikurin dygd uttan tó at vera stívur í framførsluni av so ungum næmingum.
Í stuttum sagt hava vit her eitt leikkonsept við leiki og sangi av 6. floksnæmingum, sum má sigast at vera hend­inga heppið á mentanarliga pall­inum.
Hetta er ein fongur fyri rest­ina av lívinum hjá hesum børn­um at hava verið við til og, um rætt var atborið, so eisini fyri Fuglafjarðar Skúla – Frits hevur fingið góða hjálp frá Eyð Matras og Marjun Djurhuus at seta leikin upp og Róa Eliasen klaver, Tórhalla Justinussen gittar og Jónsvein Poulsen bass - Alt dygdar arbeiði!
Ein forkunnug lista­fram­sýn­ing lat eisini upp í Fugl­a­firði.
Men heldur tú at “Ment­an­artíðindini” í Kringvarpi Føroya tímdu at taka hetta upp á tungu?? – Nei, so eið­a­sørt!
Torradagar í Klaksvík
Í Klaksvík høvdu tey eina heila viku, sum bleiv kallað Torravikan. Aðrastaðni er greitt frá, hvat hetta merkir, so tað skal eg ikki koma inn á her. Men tað er skjótt at koma eftir, at størsti partur av hesi viku hevði nógv við mentan at gera – so sum vit her norðuri eisini skilja mentan.
Ein sera fjøltáttað og rúgv­us­mikil skrá – í eina heila vika!
Men heldur tú, at “Ment­an­artíðindini” í Kringvarpi Føroya tímdu at taka hetta upp á tungu?? – Nei, so eið­asørt!
“Mentanartíðindini” 2. mars
Hvat var so í “Ment­an­ar­tíð­ind­u­num” 2. mars?
5 min. við ­tungmálmstó­n­leik­a­bólkinum SIC, ið greiddu frá virki sínum. Men mær kunnugt sleppur drotn­ingin ikki at roykja í al-menna rúminum. Eisini ting­ið og tingmenn hava tikið henda skilagóða tátt upp. Í innslagnum við SIC varð ein spurdur, meðan fýra royktu upp á skift. So nógv, at tað líktist meir Smyril í toku. Av somu grund fekk eg ov lítið við, hvat sagt varð.
5 min. við leikinum um Maxim Gorkij
5 min. við Rit­høv­und­a­fel­ag­num
2 min. við mótasýning
Í sjónvarpshøpi eru 5 min nógv sum innslag – Haldi, at “Mentanrtíðindini” kundu unt Nykinum í Fuglafirði 2 min. Somuleiðis hevði tað ikki verið ov nógv, um tey brúktu aðrar 2 min. upp á eina heila viku úr Klaksvík við mentan – Torradagarnir.
Men kanska er hesin par­t­ur av fiskivinuni ikki ment­an??
Kringvarpsgjaldið
Eftir hesa viðferðina, sum tíverri ikki er tann fyrsta av slagnum, havi eg hug at halda, at kringvarpsgjaldið kundi verðið heintað frá havn­ar­fólki, meðan vit ó­­mentaðu fingu somu upp­hædd í stuðuli fyri at hyggja eftir Havnartíðindum og ann­ars mentanartíðindum úr Havn. Á henda hátt kundu vit kanska blivið eitt sindur mentaði her norðuri í myrkrinum.
Og tá ið vit eru so býtt at reagera upp á hjálparloysið úr høvuðsstaðnum, so verða vit kallaðir lokalir!
Lokalir – vit gera bert vart við, at nakað hendir norð­an fyri Tórgarð, sum kanska ein suðuroyingur ella heimasandsmaður kundi havt áhuga í. Men hann fær tað ikki at vita – tí Mentanratíðindini hjá Public service statión Føroya skilir ikki, ella ger sær ikki far um, hvat sker uttan fyri eingj-agarðarnar.
Tó skal “Góðan Morgun Føroyar”, sum fekk ­á­koyr­ing­ar herfyri, fyri ikki at vera nóg seriøs sending í eini Public service støð, hava rós fyri at hava víst Torr­a­døgunum góðan ans!
Hetta er kanska alt afturundirgerð í kjal­a­r­vørrinum av mið­sav­n­ing­ar-r­ák­i­num, sum land okkara er fyri í dag.
Til kunnleika sigst virka og vinna o.u. 160 fólk í saml-aða fjølmiðlaheiminum í Tórshavn. Haldi, at í Klaks­vík virka eini 3 ella 4 innan hetta sama yrkið.
Tí kundi kanska ein part­ur av miðlaheiminum ella Kringvarpinum verðið flutt­u­r til Klaksvíkar, nú tað er vorðið “in” at flyta stovnar.
Ikki tí, vit hava tað gott - og tað hendir nógv her norð­uri!