Forsetin í Litava, Rolandas Paksas, er skuldsettur fyri at hava havt samband við skipaðan altjóða kriminalitet.
Litavska ákæruvaldið kunnaði fyrradagin tjóðartingið um, at forsetin og fremsti ráðgevi hansara, Remigijus Acas, hava havt samband við eitt umstrítt russiskt felag, sum gongur undir heitinum "21. øld". Sambært litavska sjónvarpinum hevur russiska felagið verið uppi í altjóða kriminaliteti, og felagið skal hava víst áhuga fyri at sleppa framat, nú partur av teimum almennu tænastunum í Litava skulu einskiljast.
Skuldsetingin er sera álvarssom, og formaðurin í tjóðartinginum hevur tí boðsent tingmanningini á fund týsdagin í næstu viku at taka støðu til, hvat gerast skal. Alment hevur Rolandas Paksas ikki gjørt nakrar viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá ákæruvaldinum.