Norska løgreglan avdúkar nú eitt ástøði, sum sigur nakað um, hvat slag av persónum tey halda standa aftan fyri ránið av norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen.
Áður hevur løgreglan lýst møguligu ránararnar, sum professionellar ”aktørar”, men í einum úttalilsi, sum norska blaðið VG nú hevur sæð, lýsir løgreglan eina enn týðiligari mynd av teimum, sum kunnu hava rænt ríkmanskonuna.
- Soleiðis sum málið liggur beint nú, hava vit alla orsøk til at trúgva, at vit standa yvirfyri ”… kriminelle med en betydelig volds- og gjennomføringskapasitet”, skrivar norski løgregluadvokaturin, Andreas Lund.
Sum skilst, hevur løgregluadvokaturin ein týðandi lut í kanningararbeiðnum í hesum eygnarívandi máli, sum fyri mong kennist sum ein gáta.
Løgregluadvokaturin, Andreas Lund, ynskir ikki at gera fleiri viðmerkingar til hesi úttalilsi, men staðfestir yvirfyri VG, at orðini, sum her eru søgd, framvegis eru galdandi.
Nú um vikuskiftið eru fimm mánaðir farnir, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heiminum í Lørenskog, og dagur var hin 31. oktober 2018.
Høvuðsástøðið hjá norsku løgregluni hevur alla tíðina verið, at hin nú 69 ára gamla ríkmanskonan er vorðin rænd av einum ella fleiri ránarum, men higartil er eingin handtikin í málinum.
Tað var, meðan maður hennara, norski miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis, at konan bleiv burtur í heiminum. Tá hann kom til hús aftur umleið klokkan 13.30 henda dagin, var konan horvin.
Í heiminum lá eitt bræv um loysigjald, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at tað kundi kosta Anne-Elisabeth Hagen lívið, um løgreglan bleiv blandað upp í málið.
Stívliga hálvan tíma eftir, at Tom Hagen var komin heim og hevði staðfest, at konan var burtur, setti hann seg í samband við løgregluna. Síðan arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum í fleiri vikur, áðrenn tey fóru út og bóðu almenningin um hjálp.
Enn er Anne-Elisabeth Hagen ikki komin aftur í aftur, og higartil er einki lívstekin hvørki hoyrt ella sæð frá henni, tó at tað nú eru fimm mánaðir, síðan hon hvarv. Eingin veit, hvar hon er, og frægasta vónin er, at tað heldur ikki er vorðið prógvað, at Anna-Elisabeth Hagen er deyð.